í Vencli nr. 11 í týðing Hanus Kambans.
Meting av týðingini.
Einki er at ivast í, at Hanus Kamban dugir at umseta. Nú hevur hann umsett stuttsøguna um William Wilson, sum vit øll kenna - og glaður varð eg, tá eg setti meg at lesa, men tíverri er týðingin ikki heilt lýtaleys. Eg fari her at gera eina gjøgnumgongd og vísa Hanusi á, hvat kundi verið gjørt betri, soleiðis at hann fær møguleikan at taka hetta til eftirtektar.
Her koma nakrir setningar, sum eg havi funnið feilir í:
1: ”Eg fari hesa ferð at rópa meg sjálvan William Wilson.”
Tú rópar ikki teg sjálvan nakað - tú rópar teg nakað. Orðið ”sjálvan” er í hesum ávísa samanhangi ikki bara óneyðugt, men tað lýtir tíverri tað málsliga flowið í setninginum. Haraftrat er enski setningurin soljóðandi: ”Let me call myself, for the present, William Wilson.” Her síggja vit eisini, at Hanus týðir ”for the present” til ”hesa ferð.” Hetta er tíverri skeiv týðing við breiðari merking enn tað enska. ”For the present” merkir tað sama sum ”nú og eina løtu aftrat,” meðan ”hesa ferð” hevur hjámerkingina, at frásøgurøddin fyrr hevur kallað seg okkurt annað enn William Wilson. Tað vita vit tó ikki, um hon hevur. Tí hevði tað riggað betur at umsett ”for the present” til ”nú” ella ”í løtuni.”
2: Orðið ”turpitude” týðir Hanus til ”fanansskap”. Turpitude er formligt orð; fanansskapur er grovt talumál. Ein poe-serfrøðingur sum Hanus eigur at vita, at grovasta málbrúk Poes var okkurt sum ”fjandans bølmenni” ella okkurt tann vegin. Orðið fanansskapur er so ópoesligt, sum tað kann vera. Illgerð ella níðingsgerð hevði riggað nógv betur.
Setningurin við fanansskapinum endar ikki her, men heldur fram við orðunum: ”…og mítt endamál beint nú er bara at siga frá hennara uppruna.” Lat okkum vita, hvussu hann roynist, tá vit bera hann saman við upprunasetningin hjá Poe: ”…whose origin alone it is my present purpose to assign.” Eitt hálvt eyga dugir alt fyri eitt at síggja, at her er talan um sera formliga orðing, men føroyski setningurin er tíverri settur saman av tí klossuta navnorðinum ”endamál” staðin fyri at hava okkurt sagnorð. Tá føroyingar hava alt sum navnorð, er tað altíð klossut og óformligt. Haraftrat brúkar Hanus ”beint nú” og ”bara,” sum eru alt annað enn formligt, men meira sum sovorðni hissini-talumálsorð í stíli við til dømis ”sórit nakað” ella ”og sórit forskelligt”, og rigga ikki fyri ”alone” og ”present purpose”. Og mín seinasta atfinning at hesum setningi er, at Hanus umsetir enska orðið ”assign” til ”siga frá.” Hetta er tíanverri so mikið álvarsligt brot á tær óskrivaðu týðingarreglurnar, at eg kenni meg noyddan at tala at. ”Assign” merkir til dømis ”áseta”, ”staðfesta” ella ”tilnevna”, so tað kann undir ongum umstøðum týðast til tað káma at ”siga frá.”
3: ”Mær leingist, nú eg fari gjøgnum tann skýmliga dalin, eftir samhuga - samkenslu mundi eg sagt - frá mínum medmenniskjum.”
Samkensla kann kanska sigast vera eitt sindur sterkari og meira nágreiniligt enn samhugur. Ensku orðini eru ”sympathy” og ”pity”. Men ”pity” ljóðar sterkari enn sympathy, soleiðis at hann, ið lesur enska tekstin, alt fyri eitt skilir, at frásøgufólkið tekur synd í sær sjálvum. Hetta er tíverri ikki so við orðunum ”samkenslu” og ”samhugi”. Ein góður týðari tekur slíkar tilsipingar millum orðini við. Haraftra hevur Hanus týtt henda setning orð fyri orð, og tað riggar sera illa. Heldur átti hann at broytt bygnaðin og sagt til dømis:** ”Nú eg fari gjøgnum tann skýmliga dalin, leingist eg eftir, at míni medmenniskjur - harma meg, mundi eg sagt - men hava samkenslu við mær.”
4: ”…og har øll hús vóru óvanliga aldargomul.”
Her er at siga, at føroyska orðið ”aldargamal” merkir eitt, ið er eina øld gamalt, hvørki meir ella minni, te. 100 ár. So her hevur Hanus gloymt at kagað í orðabókina hjá Sprotanum.** Enski setningurin ljóðar: ”…where all the houses were excessively ancient.”** Enska orðið ”ancient” merkir bara ”gamal” ella kanska frá fyrndini. So Hanus kundi havt týtt hetta ”…har øll hús vóru so avgomul.” Um tað ikki ljóðar nóg flott, so kanska okkurt sum ”…har øll hús vóru ómetaliga nógv burturfyrnd.”
Og fleiri onnur dømi eru, men tað liggur endamáli mínum so sera fjart at válka mær í týðingarvillunum hjá Hanusi. Tó má eg enda hesar viðmerkingar við at siga, at ein veikleiki hjá Hanusi, tá hann týðir er, at hann hevur lyndi at týða orð fyri orð. Til dømis varðveitir hann altíð navnorðini á enskum, og ger tey ikki til sagnorð. Tað er sera ljótt og ófantaligt á føroyskum og gevur als ikki tekstinum størri tign. Haraftrat hevur hann sera ofta enskan setningsbygnað. Til dømis letur hann lýsingarorð standa millum komma og millum høvuðssetning og eykasetning - eins og onglendingar gera. Tað gera vit tó ikki á føroyskum - vit flyta lýsingarorðið trý orð til vinstru - soleiðis at orðini, ið Hanus hevur týtt til ”…ætlaði eg at seta uppá, treytaleyst, at nú mátti spælið halda uppat…” heldur høvdu ljóðað soleiðis: ”…ætlaði eg treytaleyst at seta uppá, at nú mátti spælið halda uppat…”
Við vón um vápnahvíld,
Agnar.