WESTWARD HO AFTUR ÚR ÍSLANDI

Tað var ein hugnalig løta, tá Westward Ho í einastandandi góða veðrinum í gjár seinnapartin legði at á Høgukei eftir at hava verið í Íslandi og luttikið í Hátíð Hafsins.

Annika Olsen, borgarstjóri, beyð manningini hjartaliga vælafturkomnari. Við á ferðini heimaftur vóru eisini sjey íslendingar.

- Hetta er ikki smávegis. Jákup Simonsen tók so óvanliga rívan til, tá hann samanfataði vitjanina hjá Westward Ho í Íslandi, at hann siteraði sjálvasta Julius Cæsar, sum eins og sluppin "kom, sá og sigraði".

- Frálík tíðindi úr Reykjavík. Hundraðtals fólk vitjaðu umborð, Marin Katrina varð send beinleiðis í íslendskum útvarpi á klingandi íslendskum, og blíðskapurin var øgiligur. Og vit hava fylgt við á Facebook og í kringvarpinum.

- Og veitslan heldur fram í Vágsbotni, nú tit eru afturkomnir, segði Annika Olsen.

---

- Fyri stórthundrað árum síðan hugdu havnarfólk útyvir báðar vágirnar, har nógvar av tvímastraðu sluppunum lógu fyri teymi. Tær royndu undir Føroyum um várið og undir Íslandi um summarið og út á heystið.

- Lív kom í á firðunum og við vágirnar spruttu fram pakkhús, goymsluhús og hús til ymsa tilvirking. Eitt tað størsta og vakrasta av hesum var Müllers Pakkhús her við Vestaruvág.

- Hetta er søga. Men Gud havi lov er hetta søga, vit hava varðveitt. Enn ber til at síggja mesan og stórsegl, fokku og klyvara á Havnarvág. Og tað hevur nógv størri týdning, enn vit dagliga geva okkum far um.

- Hvat úrslitið varð hjá teimum, sum ikki vunnu upp havn, síggja vit á myndini her á Múllers Pakkhúsi. Kortið var ein gáva frá Faxaflóahavnum til minnis um teir fleiri enn 400 føroyingarnar, sum sjólótust undir Íslandi.

---

- Sluppin er í dag partur av okkara PR-virksemi, sluppin umboðar javnan kommununa til fleiri stór átøk uttanlands, og sluppin er eisini partur av undirvísingini í fólkaskúlanum, har ungdómar læra gjøgnum fiskikappingar við sluppini.

- Eg skal vegna okkum øll veita tykkum eina hjartans tøkk fyri at tit halda sluppina við líka og hjúkla um hana, at tit reka hana og at tit eru manning, tá tørvur er.

- Takk til tykkum hjá Tórshavnar havn, ið dagliga ansa henni her úti við Høgukei og takk til øll tykkum, sum hava lagt túsundtals ókeypis arbeiðstímar í at varðveita hetta tjóðarminni okkara, til gagns fyri allar føroyingar.

---

- Á pappírinum eigur Tórshavnar kommuna sluppina. Tað kostar at eiga, umvæla og varðveita sluppina soleiðis, at nútíðin og eftirtíðin fáa høvið at gera seg kunnug við, hvussu hetta skipaslagið var, og undir hvørjum korum føroyskir fiskimenn tá virkaðu.

- Men sluppin verður brúkt til almannagagnlig endamál, so sum skúlaskip, umboðan innan- og uttanlands, serligar merkisdagar, ávísar leigutúrar o.s.fr. , og samlaða árliga játtanin til sluppina og virksemið, sum er knýtt at sluppini, varð fyri stuttum á býráðsfundi hækkað úr 250 túsund til 450 túsund.

- Men at tað hongur fíggjarliga saman er bara tykkum at takka fyri.

- Vit hava vant okkum við sluppina. Ein háttur at síggja, hvat virði hon veruliga hevur, er reaksjónin og virðingin hjá nettupp íslendingum fyri hesum stolta fornminni.

- Og ikki at gloyma - tit hava havt ídnar íslendingar við á ferðini báðar vegir. So góðu íslendingar - hjartaliga vælkomnir til Tórshavnar, vit gleða okkum til móttøkuna í morgin - og vit gleða okkum eisini at hoyra KK (kaukau) syngja.

- Tit eru óførir allir samlir. So enn einaferð, túsund takk fyri tykkara stóra arbeiði og hjartaliga væl heimafturkomnir, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.