Vón fyri framman

Í farnu viku setti eg landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum ein fyrispurning um stjóralønirnar á almennum stovnum og í almennu partafeløgunum. Nú er vón fyri framman, tí landsstýriskvinnan vísir í svari sínum á, at nú verður farið undir at eftirhyggja hendan partin. Mín vón er, at vit skjótast gjørligt fáa broytt lønarskipanina, soleiðis at tað í framtíðini verður púra óhugsandi, at almennir stjórar mánaðarliga forvinna á leið eina ársløn hjá einum vanligum arbeiðara.  

Tá talan er um eitt alment partafelag, hevur landið bæði ábyrgd og áhuga í felagnum. Tí eigur avvarðandi landsstýrisfólk eisini altíð at hava ávirkan á, at felagið verður rikið skynsamt. Tá ávísir stjórar í almennum partafeløgum fáa mánaðarlønir, sum svara til árslønir hjá vanliga arbeiðaranum, er tað eftir mínum tykki langt frá skynsomum rakstri av felagnum! 

Tí fegnist eg um, at Kristina Háfoss í sínum svari til fyrispurningin vísir á, at Fíggjarmálaráðið í løtuni arbeiðir við at endurskoða almennar nevndarsamsýningar, og at tað í sama viðfangi er ætlan um at eftirhyggja lønarbygnaðin innan almennar leiðslur bæði viðvíkjandi stovnsleiðslum og almennum partafeløgum. 

Kristina Háfoss vísir eisini á, at í nøkrum førum er ásett, at landsstýrið skal góðkenna lønina hjá einum stjóra í almennum partafelag. Spyrt tú meg, átti hetta altíð at verið gjørt. Tað er ikki í lagi, at lønirnir í tí almenna er so ymiskar. Tað er órættvíst, og tað er harumframt kappingaravlagandi í mun til kappingina um best egnaðu starvsfólkini. Tí almennir stovnar og privatar fyritøkur hava ongan møguleika at bjóða starvsfólkunum somu løn. Tað skuldi tí verðið ásett við lóg, at lønin hjá stjórum í almennum partafeløgum eigur at samsvara við miðallønina fyri ein stjóra í almenna og privata  geiranum. Eisini haldi eg, at Landsgrannskoðanin eigur at gera vart við, tá hetta ikki samsvarar. 

Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin 

Fyrispurningur og svar kann lesast her: http://logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs?caseWrittenQuestion.id=800&menuChanged=55