Vøksturin í Nes kommunu heili 36,01%5. mars 2012

Nes Kommuna fekk í februar í ár - eins og í januar - væl hægri inntøkur í kommunuskatti. Í februar í 2011 var kommunuskatturin 2.322.439 kr, meðan hann í ár er 3.158.814 kr, vøksturin er 836.375 kr ella 36,01 %.


Flestu kommunur høvdu framgongd, samanlagt er framgongdin 6,83%.


Av kommununum yvir 1000 íbúgvar, hevði Nes kommuna størsta vøksturin, nevniliga 36,01 %. Samlaði vøksturin fyri tveir teir fyrstu mánaðarnar í ár er sostatt 18,35%


Torført er tó at geva nakra ítøkuliga frágreiðing um henda stóra vøkstur. Á saltfiskavirkinum, sum P/F Vaðhorn nú rekur, er tað gleðiliga hent, at har hevur verið støðugt arbeiðið nú eina tíð, men er tað neyvan øll frágreiðingin.


Kommunan fegnast sjálvsagt um úrslitið.


Kelda: www.nes.fo