Vøkstur í solariumnýtslu hjá 15-24 ára gomlum Nýtsla føroyinga av solarium er minkandi. Hetta vísir nýggj Gallupkanning, gjørd fyri Krabbameinsfelagið í november 2011.
Nýtsla føroyinga av solarium er minkandi. Hetta vísir nýggj Gallupkanning, gjørd fyri Krabbameinsfelagið í november 2011. Í 2007 søgdu 18% av føroyingum seg taka sól, samanborið við 13% í 2010. Fyri tveimum máðanum síðani vóru 10%, ið tóku sól. Hetta er ein ítøkilig minking upp á fýra ár, tó at talið framvegis er ov høgt.
Fallið í nýtsluni av av solarium umfatar tíverri ikki tey 15-24 ára gomlu. Tað er álvarsligt, at her er hinvegin talan um ein vøkstur í solariumnýstluni. Í 2007 vóru 47% í hesum aldursbólki, sum tóku sól, í 2010 vóru tað 21%, meðan talið í 2011 var vaksið upp í 24%. Nærum fjórði hvør unglingi millum 15 og 24 ár tekur sostatt sól.
- Hetta er ein álvarsom støða, og her er neyðugt við einum greiðum boðskapi til tey ungu og teirra foreldur, metir Krabbameinsfelagið.
- Mangar stórar kanningar hava staðfest, at nýtsla av solarium økir munandi um vandan fyri móðurmerkjakrabbameini, og WHO hevur flokkað solarium sum krabbaelvandi í sama bólki sum royking og asbest. Eisini vísa kanningar, at tess yngri tú ert, tess størri er vandin. Tí mæltu vit í krabbameinsætlanini frá 2009 til lógarásett 18 ára aldursmark, og at sólstøðir skuldu vera mannaðar. Hendan kanningin vísir greitt, at tíðin er búgvin til 18 ára aldursmark. Vit síggja, at hetta aldursmark kemur í londum rundanum okkum, har Noregi er seinasta dømið um hetta, vísir Krabbameinsfelagið á. Í Føroyum fall tinguppskot um 18 ára aldursmark í seinasta vár.
Mánaðarlig solariumvitjan økir vandan 3 ferðir
Hyggja vit at títtleikanum fyri at vitja solarium sæst, at talið av teimum, sum taka sól vikuliga er minkað úr 16% í 2007 niður í 1% í 2011. Eisini talið av teimum sum gera tað aðruhvørja viku er minkað - úr 16 niður í 13%. Tá tað kemur til títtleikan, eina ferð um mánaðin, er talið av vitjandi hinvegin vaksið ur 35 upp í 40%. Tó at onkur kanska heldur, at ein mánaðarlig solariumvitjan er at fata sum ’vit máta’, skal her verða sligið fast, at ein ferð í solarium um mánaðin økir vandan fyri at fáa lívshættilsigt móðurmerkjakrabbamein 3 ferðir.
Hvussu við børnunum?
Gallupkanningin telur bert úr 15 ára aldri, tað vil siga, at børn undir 15 ár ikki eru við. Í Danmørk vísa nýggjastu kanningarnar fyri solariumnýtslu, at 11% av 13-14 ára gomlum børnum innan seinastu 12 mánaðirnar hava verið í solarium. Hetta talið er høgt, tí børn eru eyka viðbrekin fyri sterku krabbaelvandi strálunum, tí húðin er ikki liðugt ment. Í Føroyum hava vit ikki tilsvarandi tøl fyri solariumnýtslu hjá børnum, men her hevði verið áhugavert við eini kannig eisini.
18 ára aldursmark nú!
Tey ungu hava altíð verið forfongilig, og so ella so hevur sólbrúnt hold verið modernað í mong ár. Seinnu árini hava ávaringarnar verið mangar; og flestøll vita, at tað er vandamikið at leggja seg undir bláu geislarnar. Krabbameinfelagið metir, at nú hevur verið ávarað so leingi, uttan at hetta hevur ávirkað nýtsluna hjá teimum ungu nóg mikið. Tíðin er búgvin til eitt 18 ára aldursmark fyri solarium, so fólk skilja álvarsemið í hesum, sigur Krabbameinsfelagið.
Krabbameinsfelagið