Vodafone vann útboð hjá stjórnarráðunum

Stjórnarráðini hava gjørt avtalu við Vodafone sum fjarskiftisveitara næstu tvey árini, eftir at fartelefoni og dataflutningur herfyri varð boðið út á almenna keypsportalinum. 

- Í hesum útboðnum vektaði prísurin 100% og tað var Vodafone, ið átti besta tilboðið, sigur Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Endamálið við útboðs- og keypspolitikkinum hjá landinum er at spara pengar og samstundis stimbra kappingina á privatu vøru- og tænastumarknaðunum. Henda útbjóðingin er eitt gott dømi um, at tað loysir seg væl at hava almenna útbjóðing av vørum og tænastum.

Hetta er triðju ferð, at stjórnarráðini saman bjóða út fartelefoni og dataflutning, og Vodafone hevur vunnið útbjóðingina hvørja ferð. Avtalan inniber, at Vodafone veitir fartelefonhald til øll stjórnarráðini næstu tvey árini.

- Vit fegnast um, at stjórnarráðini valdu okkum sum veitara enn einaferð, sigur Suni Justinussen, sølustjóri í Vodafone. Síðan vit byrjaðu at skapa kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum, hava vit stremba eftir at vera besti og bíligasti fjarskiftisveitari í Føroyum.