Vitja krígsgravirnar í Føroyum

Í gjár var Heðin Mortensen, borgarstjóri, úti í kirkjugarðinum at heilsa uppá umboð frá Commonwealth War Graves Commission, sum eru komnir til Føroya at vitja gravirnar hjá teim bretsku hermonnunum í Miðvági, Tórshavn og Klaksvík.


Teir tríggir Director-General Alan Pateman-Jones, Vice Chairman Sir Alistair-Jones og Director UK Area Barry Murphy, vildu heilsa uppá umboð fyri kommununa fyri at takka fyri, at kommunan er so beinasom at røkja og passa gravirnar.


Tað er Tummas Hanus Dam, bretskur konsul í Føroyum, ið er vertur undir vitjanini. Greitt varð frá frá ymsu gravunum í kirkjugarðinum og umboðini vóru vælnøgd við standin og vóru fegin um, at gravirnar framvegis eru væl hildnar.


Frá vinstru á myndini síggjast Tummas Hanus Dam, bretskur konsul,, Barry Murphy, stjóri í Commonwealth War Graves Comittee, Alan Pateman, Høgni Nielsen, gravari, Harald Gray, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Mourits Mohr, stjóri á Mest, ið greiddi frá serligari hending og gravstaði í kirkjugarðinum, og uttast til høgru Sir Alistair-Jones.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur í stuttari viðmerking, at Barry Murphy gjørdi vart við, at um nakar visti um nakran føroying, sum var deyður í tænastu hjá bretum undir krígnum, so vildu teir fegnir reisa slíkum gravstein.