Vitan um okkara egna land manglar
Herfyri var ein annars áhugaverd sending í Kringvarpinum. Seindingin eitur “Vitan” og var um Holocaust.
Vertur var Kári Sólstein, sum oftani velur at viðgera áhugaverdar sokallaðar “skeivar vinklar”. Oftani riggar, men við hvørt riggar ikki.
At fylla sendingina hevði verturin bjóða Rólant í Skorini, sum er cand mag í søgu.
Sendingin var ein endursending, sum hevur verið send fyrr, og var inspirerað av áheitan frá ST um at hava ein sokallaðan Holocaust dag.
Tað var umráðandi hjá verti og gesti, at halda minnini um ræðuleikarnar í hevnd, og ikki loyva, at slíkt fór í gloymibókina.
Rólant í Skorini bar so uppá mál hvussu stórt arbeiði tað var lagt í at finna Pidda aftur, sum so gav familjuni vissu og eitt stað at fara at minnast.
Her meta vit ikki, at tað var hóskiligt, at taka júst Pidda uppí sendingina, tí sjálvt aftaná at beinagrindin av Pidda var funnin, helt familjan seg ikki hava fingið sannleikan um sonin, beiggjan og familjumannin.
Rólant í Skorini átti at vita, at løgreglan gjørdi alt fyri at villleiða almenningin. Grovasta dømi er, at løgreglan álegði fólki at leita á Eiðisvatni, men bara ikki har, beinagrindin kundi liggja.
At beinagrindin var tveitt niður í tunnilin við yvirflativatni og ført vesturum, og kom útaftur sunnanfyri Eiðisbygd, átti at verið ein sjálvfylgilig niðurstøða av leitingini suðuri á Vatni.
Men hóast hetta hendi onki. Heldur ikki hendi nakað, tá vitni var á politistøðini og greiddi frá, at tann, sum seinni bleiv dømdur fyri at hava dripið Pidda, var sæddur á byrgingini 7. november 2011.
Hetta áttiat fingið einhvønn politist upp úr stólinum, men vit mugu staðfesta, at áhugin fyri at finna sannleikan um Piddamorðið, var ikki og er ikki til staðar.
Tá so ein slík sending, sum Vitan, skal nýtast til at rættvísgera, at hetta hendi, uttan at nevna sannleikan, eru vit í onkrum totaliterum hurlivasa.
Vit hava fyrr lýst bilin, sum brúktur var at flyta líkið av Pidda. Heldur ikki hjálpir, at teknisku prógvuni vístu at fleiri enn ein persónur vóru við til at burturbeina Pidda. Av somu orsøk er trúvirðið lágt hjá løgreglu og dómsvaldi. Vitan og upplýsing mangla.