Vit verða noydd at gera nakað

Javnaðarflokkurin má gerast meira sjónligur. Vit mugu hvønn dag minna okkara medmenniskju um okkara politikk, sum virðir menniskju og tey sosialu virðini, sum vit eina øld hava barst fyri.


Vit hava framvegis onki fátækramark, vit hava ongan íbúðarpolitikk fyri tey veiku, og vit hava ongan politikk, ið tekur hædd fyri kostanaðarstøðinum, sum er eitt av heimsins hægstu. Vit viðurkenna sjáldan, at vit hava veikar bólkar í samfelagnum, og samgongan sýnir í verki, at teir halda, at har er ongin trupuleiki. Hugtakið hjá teimum er ivaleyst “som man reder så ligger man” .


Men soleiðis er veruleikin, og soleiðis eigur veruleikin ikki at verða. Javnaðarflokkurin hevur verið fremsti flokkurin í uppbyggingini av vælferðarsamfelagnum, og saman við sambandsflokkinum, tikið nógv tøk fyri at allir borgarar skullu hava sømuligt lív frá byrjan til enda.


Nú sambandsflokkurin hevur slept øllum sínum sosialu virðum, og stendur fult saman við fólkaflokkinum í karrráðu niðurlagingini av tí føroyska samfelagnum, krevur hetta enn meira av javnaðarflokkinum, og tí er neyðugt at vit koma við hugskotum og ætlanum øllum til frama. Vit gera tað í heilum, men viðhvørt er ongantíð nokk.


Vit hava í dag ongan íbúðarpolitikk, sum tekur atlit til tey veiku í samfelagnum. Støk, støk við børnum, pør og pør við børnum, lesandi og pensjónistar sum eru prísgivin til útboðsmarknaðin fyri at hava tak yvir høvdið, hava, snøgt sagt ongan verðins kjans at fáa egi búgv.


Nógv fólk í dag byggja, ella keypa hús fyri 3-4 milliónir við tí fyri eygað at leiga út, tí tey vita, at tað trýtir, og tey kunna næstan áseta prísin sjálvi. 


Hesi veikari fólkini við húsaleigu frá 5.500 kr og uppeftir, fyri íbúðir sum ofta eru so vánaligar, at tað er óhugnaligt, koma aldrin til at fáa eina uppsparing, tí tey klára ikki so mikið sum at liva eitt vanligt virðuligt lív, sum, hóast alt, nógvir føroyingar gera.


Hví kann samfelagið so ikki byrja at hugsa um at byggja íbúðir, sum teir veiku bólkarnir í samfelagnum fáa fyrsta rætt til. Tað er ikki neyðugt at tað skal verða ein profitt fyritøka, men hvíla í sær sjálvum, og leigan har eftir, tá rakstarkostanaðurin verður so lágur sum gjørligt. Ein húsaleiga frá 3500-5000 kr, eftir stødd, eigur at bera til. Tað átti ikki at verði nakar trupuleiki at fíggja hesari bygging, tí samfelagið skal hava nógv meira burturúr okkara tilfeingi, sum nú verður givið til fólk, ið eiga ríkiligt frammanundan.. Tað ger tað mann aðrastaðni, so hví ikki her?


At vit hava, tætt við, hægsta kostnaðarstøði í heiminum er ongin loyna. Tað kemur av avgjøldum, fluttningi og grammum krambakallum, ið ikki leggja fingarnar ímillum tá vinningur skal setast á, príseftirlit ella ikki. Ein familja við fýra fólkum, har annað er vanligt arbeiðsfólk, og hitt er til arbeiðis, tá nakað er, ella er í ALS, hava sera lítið at keypa fyri, tá skattur, avgjøld, húsaleiga og hiti er goldin.


Tað er ikki ein marglátisfamilja sum ferð til handils, og tað er neyvan ráð at keypa mjólk til allar vikudagarnar. Hví kunna myndugleikarnir ikki hugsa eitt lítið sindur um hesa støðuna.


Tann gamla “fólkaflokksparolan” , nú saman við sambandinum,- at alt sum ikki kann standa má falla-, er altso ikki væl hóskandi í 2012. Ein háttur at gera nakað, frá almennari síðu, er at skilja ímillum vørubólkarnar tá ásett verður MVG.


Frukt, mjólk, breyð, og o.a. lívsneyðugt átti at goldið 13-15% MVG. Okkurt annað kundi fingið álagt 18%, og sukur, feitt, slikk, sprutt og parfuma , 25% og uppeftir. Teir veikaru bólkarnir keypa hetta næstan ongantíð, tí tey hava ikki ráð og øll tey við flatskatti spyrja ikki eftir prísi longur. Um mann frá almennari sigur, at hetta ikki kann lata seg gera, reint tekniskt, so halda tey lítið av starvsfólkinum á TΑΚS.


Hetta er so nakair tankar eg meti, at vit eiga at seta í hásæti, tí vit kunna ikki stillsliga verða vitni til, at samgongan oyðileggur okkara samfelag.


Levi Mørk, býráðslimur


Fyri Javnaðarflokkin hjá Tórshavnar kommunu