Vit samráðast nú, Kristina Háfoss - IKKI í framtíðini!

Vit samráðast um útbúgving -  OG um innihald!
 
Kristina Háfoss fjalir seg støðugt aftanfyri eitt framtíðar lønarnevndararbeiði, sum onga ávirkan hevur á verandi samráðingarnar. 
 
Hon fjalir seg eisini aftanfyri, at “starvsinnihald” hjá námsfrøðingum ikki er líka virðismikið, sum til dømis hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. 
 
Tað er langt síðani er mótprógvað! 
 
Ella leggur hon slettis ikki til merkis hvussu hart hetta verkfallið rakar? 
 
Føroya Pedagogfelag er einasta fakfelag, sum verður noytt í Gerðarrættin at gera lívsneyðug undantøk.
 
Kristina Hásfoss sigur í samrøðu við Kringvarpið, at “almenna rúmið” ynskti sjúkrarøktarfrøðingunum eitt lønarlyft. At tað var prógv fyri, at tann sáttmálin kundi gerast.  
 
“Almenna rúmið” ynskir eisini betri starvskor fyri námsfrøðiliga starvsøkið. 
 
Fær oman á Vaglið, so fær tú sjón fyri søgn. Les stuðulsskrivini frá limum, frá sperdum avvarandi familjum og borgarum, fakfeløgum, útlendskum starvsfelagum, borgarstjórum, politikarum og enntá frá bispi. Vit kunnu blíva við.
 
Føroya Pedagogfelag ynskir at koma til samráðingarborðið til veruligar samráðingar.
 
Annika Olsen segði í dag á Vaglinum, at Fíggjarmálaráðið hevur evstu ábyrgd, og at hon vónar skjótt at sleppa aftur til samráðingarborðið. 
 
Øll eru til reiðar at samráðast, Kristina. Tak um róðrið, vís virðing, og gev hesum láglønta starvsbólkinum sín rætt at koma á slætt.
 
#likautbugvinglikaløn

Myndirnar eru frá verkfallið í 2012 hjá námsfrøðingum, har Kristina helt røðu um m.a. gjónna millum há- og láglønt: 

http://www.tjodveldi.fo/?p=3257