Vit mugu venda hugburðinum og vísa vilja loysa tað, sum veruliga er trupulleikin

Fyrispurningur um støðuna á heilsuøkinum og viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, settur Sirið Stenberg landsstýriskvinnu

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, setir Fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a

1. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvørjar ætlanir hon hevur at tryggja støðug viðurskifti í heilsuverkinum?

2. Nær fara vit at síggja munagóð stig at bøta um arbeiðsviðurskiftini á landssjúkrahúsinum?

3. Nær fara vit at síggja átøk til at venda huglagnum og neiliga retorikkinum kring hetta fyri vælferðarsamfelagið so týdningarmikla málsøki?

Viðmerkingar:
Hvør einasti politiski flokkur, hvør einasti av okkum politikarum á Tingi, sigur  aftur og aftur -  at heilsuverkið er ein av grundsúlunum undir vælferðasamfelagnum, og avgerandi fyri trivnaðin hjá okkara borgarum og hugin at búgva og virka í hesum landi. 

Hópin av kanningum vísa, at tað er ein stórur vandi fyri framtíðar heilsuverkið, at vit hava so fáar serlæknar, so fáar kommunulæknar, og so fáar møguleikar at menna hesi fakøki. Hesin trupulleikin kann skjótt vaksa, tí ein stórur partur av bæði serlæknunum og kommunulæknunum eru um pensjónsaldur. Og alt tað eg veit, er full politisk semja um, at vit mugu arbeiða miðvíst við at loysa hetta vandamál, og játta pening til hetta endamál.

Samstundis vísa allar samanberingar – uttan mun til, hvussu tær verða settar upp – at vit brúka munandi minni pening uppá heilsuverk okkara, enn hini norðurlondini, sum vit vilja vera á støði við: Føroyar brúktu í 2013 sambært Pál Weihe, formanni í Læknafelagnum, kr. 343 mill minni uppá heilsuverkið enn Danmark brúkti, tá hædd var tikin fyri fólkatalinum, og nærum helvtina minni enn hvat Norra brúkti.  

Í summar kom enn eitt álit um at nýskipa sjúkrahúsverkið. Men enn einaferð hava vit ikki hoyrt nógv annað um hetta álit enn ósemjur um smálutir, sum t.d. hvørt leiðslan skal vera miðsavnað ella lokal. - Um tað veruliga var størsti trupulleikin í okkara heilsuverki, so stóð væl til.

Eg sakni, at fokus verður sett á tey viðurskifti, ið gera mun, heldur enn at jabba í somu gomlum ósemjum, sum allar royndir undan hesari at skipa viðurskiftini á sjúkrahúsøkinum eru endaðar í – við tí úrsliti, at einki er hent !

Nógv størri og meira miðvís tøk mugu takast, um vit eisini um 5, 10 og 15 ár skulu hava eitt vælvirkandi heilsuverk. Vit mugu venda hugburðinum og vísa vilja til at loysa tað, sum veruliga er trupulleikin – at skapa fakligar umstøður, sum eggja teimum mongu ungu føroyingunum, sum eru úti í heimi og fáa sær heilsuútbúgvingar, at koma heimaftur at búgva og virka. Vit mugu í verki vísa, at vit eru før fyri at fremja tær broytingar, sum skulu til; og játta tann pening, sum krevst. 

Bara soleiðis kunnu vit broyta neiliga retorikkin og menna eitt gott og framskygt huglag, sum ger tað eins lokkandi, og minst líka so nógv vert, at virka í føroyska heilsuverkinum, sum uttanlands.

Á løgtingi 29. november 2016

Heðin Mortensen