Fyrstu ukrainsku flóttafólkini eru komin til landið og hava fingið innivist ymsastaðni kring landið. So langt so gott.
Men vit mugu fara stigið víðari og geva hesum fólkum javnbjóðis kor við okkum fastbúgvandi føroyingar.
Hví tað? Tey fara jú avstað aftur um stutta tíð, halda summi. Er tað ikki nokk, at tey sleppa undan at liva í støðugum ótta fyri russiskum álopum?
Vit kunnu sjálvandi vóna, at kríggið skjótt er av, men vit kunnu neyvan vænta tað.
Vit mugu vænta, at flóttafólkini verða verandi í nógvar mánaðir, ja kanska ár.
Vit kunnu tí ikki liva við, at hesi skulu liva eitt fyribils lív uttan framtíðarvónir og framtíðarætlanir. Tað er ikki virðiligt, og ein slík støða er eisini sálarliga skaðilig fyri menniskju. Sum um tey ikki hava tað nóg ringt sum er.
Tí er neyðugt at gera átøk fyri at fáa flóttafólkini at gerast partur av samfelagnum.
Tey mugu fáa eitt arbeiði, tey mugu knýta vinabond, tey mugu læra samfelagið at kenna og tey mugu eisini læra føroyska málið.
Hetta eru alt uppgávur, ið tað almenna má hjálpa til at lyfta, tí vit vita av royndum, at tað er sera misjavnt, hvussu væl tilflytarar megna at integrera seg.
Flóttafólk mugu liva sum føroyingar
Harumframt er tað einki forgjørt í, at ukrainar gerast so vælvirkandi sum gjørligt ta tíð teir eru her. Tað bilar einki, um tey kunnu gera eitt gott arbeiði fyri okkara land.
Onkur heldur, at tað er at benytta sær av arbeiðsmegi úr einum krígsraktum landi, men umvent. Tey fáa kortini ikki tænt sínum egna landi, so hví ikki lata tey sleppa at arbeiða frítt í Føroyum, meðan tey eru her?
Tað kann hugsast, at tey læra nógv, ið tey kunnu taka við sær aftur til Ukraina, tá landið skal byggjast upp aftur.
Tað kann sanniliga eisini hugsast, at nógv sambond verða knýtt, ið kunnu tæna bæði Føroyum og Ukraina framyvir.
Men fyrst av øllum snýr tað seg um, at flóttafólkini mugu fáa eitt gott og virðiligt lív.
Hetta er ikki kostnaðarleyst, men tað almenna - land sum kommunur - má syrgja fyri at lofta ukrainsku flóttafólkunum, so tey fáa eitt so positivt upplivilsi sum gjørligt, meðan tey eru her.
Tað tænir snøgt sagt øllum pørtum best.
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin