Vit heiðra Elvis í Norðurlandahúsinum
Í gjár vóru 40 ár síðan Elvis doyði. Leygarkvøldið heiðrar Norðurlandahúsið konginum við eini konsert við svenska bólkinum Fröken Elvis.
Tær minna ikki sørt um 5 ferðir Pippi, tá tær púra ekkaleysar framføra ódeyðilig Elvis-løg á svenskum.
Úrslitið er bergtakandi, tí tær syngja sum einglar og tað tykist eingin endi vera á øllum ljóðførunum, ið tær meistra sum álvar. Ramur gandur.
Tær bjóða eina ferð kring alt kenslusavnið. Sorg, gleði, ovfarakæti, djúpa eyðmýkd – og húðleysa erliga framført.
Konsertin við Fröken Elvis er partur av norðurlendska tónleikaátakinum hjá Norðurlendska Mentanargrunninum: Puls, ið stuðlar live tónleiki í Norðurlondum.
Konsertin er leygarkvøldið 19. august kl. 19.30.