Áheitan á Framtaksstuđlar, um at stuðla Jacob Vestergaard - valevnið fyri Fólkaflokkin, til fólkatingsvalið!

Áheitan á Framtaks stuđlar, um at stuđla Jacob Vestergaard - valevnið fyri Fólkaflokkin, til fólkatingsvalið!

Tvey vóru valevnini sum opið átalaðu, at Framtakið bleiv útihýst frá eini røð av politiskum pallborðskjakum,  og o.ø. tiltøkum; tey vóru Bill Justinusen fyri Miđflokkin, og Jacob Vestergaard fyri Fólkaflokkin.

Fyri Framtakið, er tađ sera umráðandi, at fólkaræði verður virt, og at eingir bólkar vera útihýstir, líkamikið hvør boðskapurin er, og hvørji fólkini eru.

Tá ið Miðflokkurin ikki stillar upp til fólkatingsvalið, ber illa til at heita á Framtaksstuðlar um at velja Bill Justinussen, tó ynskja vit, at takka honum fyri stuðulin hann sýndi Framtakinum.

Men Jacob Vestergaard stillar upp, og vilja vit heita á okkara stuðlar, um at takka Jacob fyri sýndan stuðul, við at geva honum tín X til fólkatingsvalið 5 juni.

Framtakið vil við hesum senda eini greið boð, um at vit vilja til eina og hvørja tið, mótarbeiða kreftum, sum ikki verðuliga vilja fólkaræði.

Vegna Framtakið - fyri rættinum at velja kannabis


Hallur H. Djurhuus