Vísitalið fyri makrel vaks í 2019

Úrslitini frá felagskanningunum av uppsjóvarfiski í summar eru nú endaliga uppgjørd.
 
Endaliga úrslitið av yvirlitstrolingunum eftir makreli í summar vísir, at nøgdin av makreli er hækkað við 85%, samanborið við 2018. Hóast hetta tykist at vera ein ógvuslig hækking, skal havast í huga, at vísitalið í fjør minkaði við 40% í mun til árið fyri. Um hugt verður eftir seinastu árunum í kanningunum, liggur vísitalið javnt høgt, burtursæð frá í fjør.
 
Útbreiðslan av makreli er broytt seinastu tvey árini, við tað at nøgdin er minkað í vestaru økjunum, meðan meira er til mitt í Norskahavinum (Mynd 1). Í ár var so at siga ongin makrelur í grønlendskum øki, meðan nógv er til um okkara leiðir og longur norðuri í Norskahavinum. Fleiri árgangir eru væl umboðaðir í stovninum – millum annað árgangirnir frá 2016 og 2017, og hetta bendir á góða tilgongd.
 
Fyri norðhavssild hækkaði vísitalið við 7% í 2019, og nøgdin er nakað tann sama, sum í sildakanningunum í mai. Útbreiðslan av sild líktist fyri tað mesta undanfarnu árunum (Mynd 2). Nógv var at síggja í økjunum í ein útnyrðing úr Føroyum og eystan og norðan fyri Ísland, umframt at meira stóð í landnyrðingspartinum av Norskahavinum – hetta var í høvuðsheitum 3 og 6 ára gomul sild.
 
Vísitalið fyri svartkjaft var tað sama sum í 2018 og 11% lægri enn í 2017. Svartkjaftur var at síggja í so at siga øllum kanningarøkinum, burtursæð frá økjunum við køldum sjógvi í Eysturgrønlandi og norðan fyri Ísland (Mynd 3). Lítið var til av ungum svartkjafti.
 
Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Grønlandi. Finnur Fríði var leigaður til føroysku kanningarnar.
 
Les alla frágreiðingina her.
 
Eydna í Homrum

29. august 2019