Virdi heldur ikki umboðsmanninum skjótt svar

Álit viðv. klagu um vantandi svar upp á eina innlitsumbøn frá Kringvarpi Føroya


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpi Føroya um, at Klaksvíkar kommuna ikki hevði svarað eini innlitsumbøn frá teimum. 

Tá klagað varð til umboðsmannin, vóru tað nærum 2 mánaðir síðani, biðið var um innlit. Kringvarpið hevði mint á málið, men hvørki fingið móttøkuváttan ella svar upp á áminningina. 

Eftir at klagað varð til umboðsmannin, gingu 3 mánaðir afturat, áðrenn kommunan svaraði innlitsumbønini. Tá hevði umboðsmaðurin sent kommununi 3 áminningar. 

Umboðsmaðurin vísti á týdningin av, at innlitsumbønir frá einum fjølmiðli vera avgreiddar skjótast gjørligt og gav Klaksvíkar kommunu eina álsvarsama átalu fyri, at tað tók kommununi nærum 5 mánaðar at svara innlitsumbønini frá Kringvarpi Føroya, og fyri at kommunan í hesum tíðarskeiði hvørki svaraði áminningina frá Kringvarpi Føroya ella kunnaði  um, nær svar kundi væntast.



Umboðsmaðurin helt tað eisini vera átaluvert, at kommunan ikki sendi sær frágreiðing um málið, fyrr enn umboðsmaðurin hevði sent kommununi 3 áminningar. (LUM 18/00070)

Álitið kann lesast her

ReadSpeaker