Vinnuumboðan í iNOVA

Stór vinnuumboðan í iNOVA p/f, ið skal reka granskarasetrið við Hoyvíksvegin í hølum Vinnuframagrunsins


Vinnumálaráðið fegnast um góðu undirtøkuna, har ið bæði fiskivinnan, alivinnan og landbúnaðurin eru við í felagnum frá fyrsta degi.


Eitt av 23 vakstrartiltøkum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, tók stig til í 2009, var at stovna granskarasetur við tí endamáli at skapa eitt innovativt umhvørvi, har biotøknilig gransking og menning fær góðar karmar at virka undir, soleiðis at:


• Til vega fæst granskingarsamstarv millum privatar fyritøkur og almennar granskingarstovnar.


• Fleiri føroyingar og útlendingar við útbúgving frá hægri lærustovni fáast at starvast í Føroyum.


• Gróðrarbotnur verður skaptur fyri nýggjum vitanartungum vinnum, sum skapa stóra virðisøking.


Í dag er so tikið eitt týðandi stig til, at hetta kann gerast verunleiki við stovnanini av partafelagnum iNOVA, ið skal reka granskarasetrið, sum kemur at halda til á Hoyvíksvegi 52 í bygninginum hjá Vinnuframagrunninum, ið eisini var tann, sum tók stig til hesa loysnina við granskarasetrinum og stendur fyri innrættingini av laboratoriunum og kemur at veita umsitingarhjálp til granskarasetrið.


Serliga gleðiligt er, at so nógvar privatar fyritøkur hava sett pening í nýggja granskarapartafelagið, soleiðis at vinnan og almennir granskingarstovnar kunnu finna saman í einum felags umhvørvi bæði vinnuni og samfelagnum at gagni, sigur Johan Dahl landsstýrismaður og ynskir øllum pørtunum góða eydnu við tiltakinum.