Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at lógaruppskot nú er lagt fyri Løgtingið um at seta í verk skipan, har einstaklingar og fyritøkur kunnu fáa bindandi svar uppá spurningar av skattligum slag. Vónandi verður uppskotið væl móttikið í Løgtinginum, og kann tæna sum fyrimynd fyri onnur øki.
Í Føroyum eru fleiri øki, har vinnulívið kann hava gagn av bindandi svarum fyri at minka um óvissuna, tá avgerðir skulu takast, og fyri at forða fyri skeivum íløgum. Eitt nú í sambandi við skattalóggávuna, heilsufrøðiligu lóggávuna, arbeiðsumhvørvislóggávuna og lógarverkið kring skipaeftirlit.
Tá ein fyritøka t.d. skal gera eina íløgu í eitt vinnutól kann tað ofta frammanundan vera nóg ringt at spáa um framtíðina. Hvussu nógv kann fyritøkan vænta at framleiða, kann eftirspurningurin broytast o.s.fr. Um tað harumframt heldur ikki er greitt, hvussu lógir og reglur skulu tulkast, leggur hetta afturat tí óvissu, sum frammanundan er, og tað verður uppaftur torførari hjá fyritøkuni at taka rættar avgerðir.
Í grannalondunum hava fleiri almennir myndugleikar ásannað hetta, og hava sum eina avleiðing sett í verk skipanir við bindandi forhandarmetingum og –tilsøgnum. Hetta merkir, at ein fyritøka kann venda sær til myndugleikarnar og fáa eina bindandi meting ella tilsøgn um, hvussu tann almenni myndugleikin fer at viðgera eitt mál ella tulka eina rættarreglu. Dømi um hetta er, at skattamyndugleikin frammanundan gevur fyritøkuni eina bindandi tilsøgn, hvussu myndugleikin fer at viðgera eitt ávíst mál skattliga, við støði í galdandi rættarreglum. Hetta kann fyritøkan so taka við í sínar metingar, tá avgerðin skal takast.
Í fleiri av teimum vinnupolitisku ætlanum, sum eru orðaðar í Føroyum í nýggjari tíð, hevur landið sett sær sum mál at skapa stabilar karmar um føroyskt vinnulív. Týdningurin av hesum kann ikki yvirmetast. Tá ein fyritøka ger ætlanir um framleiðslu, marknaðarføring, íløgur v.m. hevur tað stóran týdning hjá fyritøkuni at vita hvussu tað almenna fer at viðgera málið. At seta í verk skipanir við bindandi forhandarmetingum og –tilsøgnum er tí ein partur av uppgávuni at skapa stabilar karmar fyri føroyskt vinnulív. Umframt at hetta hevði verið ein fyrimunur fyri vinnulívið, hevði tað óivað eisini verið ein fyrimunur fyri tað almenna, sum skal nýta minni orku uppá trætumál og ósemjur.