Vinnukærunevndin hevur staðfest avgerð hjá Umhvørvisstovuni viðv. prísavtalu millum SEV og P/F Vindfelagið í Húsahaga

Í sambandi við avrokningina millum P/F Vindfelagið í Húsahaga og SEV, sum er regulerað í prísavtalu frá 2017, ið varð góðkend av Umhvørvisstovuni/Elveitingareftirlitinum, hevur SEV seinni fasthildið yvirfyri myndugleikanum, at nýggj prísavtala skal gerast, tí SEV metir ósamsvar vera ímillum prísavtaluna og upprunaligu útboðs- og tilboðstreytirnar.

Myndugleikin hevur hinvegin kravt, at P/F Vindfelagið í Húsahaga skal afturføra 6,2 mió. kr. til SEV, grundað á, at myndugleikin metir, at avrokningarmannagongdin í mun til prísavtaluna hjá SEV hevur verið skeiv.

SEV kærdi avgerðina, men Vinnukærunevndin hevur í dag avgjørt at staðfesta avgerðina hjá Umhvørvisstovuni/Elveitingareftirlitinum.

Avgerðin hjá Vinnukærunevndini kann lesast her.