Tórshavnar Súkklufelag skipaði leygardagin fyri fyrstu súkklukapping í hesum árinum.
Kappast varð í einkultstarti, og koyrt bleiv úr Havn til Kaldbak og aftur. Startur og mál var við Plantusøluna á Hvítanesvegnum, og hesin teinur er uml. 30 km.
Favoritturin at vinna kappingina vann, og tað var Guðmundur Joensen, ið fór við sigrinum. Hann koyrdi teinin uppá 49 minuttir og 13 sekund. Jóanis Albert Nielsen hevði ein góðan dag, og hann kom á mál bert hálvan minutt eftir Guðmund.
Jóanis brúkti 49 minuttir og 47 sekund um teir 30 kilometrarnar.** Úrslitið var annars hetta:
1. Guðmundur Joensen, 00:49:14
2. Jóanis Albert Nielsen, 00:49:46
3. Gunnar Dahl-Olsen, 00:51:13
4. Dávur Magnussen, 00:53:15
5. Tummas Óli Olsen, 01:02:14
6. Evald Rasmussen, 01:06:02
Tað var væl av vindi leygarmorgunin, og ávirkaði hetta tíðirnar hjá súkklarunum. Besta tíðin á hesum teini er uml. 43 minuttir. Men kappingarárið er júst byrjað, og enn er formurin ikki har hann skal hjá teimum, ið ætla sær at vinna sær eitt pláss á føroyska súkklulandsliðnum. Hesi skulu, eins og fleiri onnur ítróttarfólk, kappast á Bermuda, tá Oyggjaleikir verða í juli mánað.
Næsta kapping hjá Tórshavnar Súkklufelag verður leygardagin 16. mars. Tá verður koyrt 70 km landavegkoyring.