Øll tey, ið ynskja at fáa ein bás til jólasøluna í gongugøtuni í ár, verða biðin um at senda ein teldupost til Kunningarstovuna á torsinfo@torshavn.fo
Vinaliga greiðið frá, hvat tit ynskja at selja og í hvussu nógvar dagar. Minst eisini til at skriva telefon nr. hjá kontaktpersóninum. Tað ber eisini til at fylla út sjálvavgreiðsluna sum sæst høgrumegin.
Depositum
Eitt depositum á kr. 1000,- skal gjaldast á Kunningarstovuni, tá biðið verður um ein bás. Depositum verður afturgoldið tá felagið/flokkurin/einstaklingurin hevur mannað básin teir dagar, sum avtalað varð framanundan.
Sølubásar vera hesar dagarnar:
Leygardagin 26. novembur kl. 10.00 – 20.00
Leygardagin 3. desembur 10.00 – 18.00
Leygardagin 10. desembur kl. 10.00 – 20.00
Leygardagin 17. desembur kl. 10.00 – 20.00
Sunnudagin 18. desembur kl. 10.00 – 20.00
Mánadagin 19. desembur kl. 10.00 – 20.00
Týsdagin 20. desembur kl. 10.00 – 20.00
Mikudagin 21. desembur kl. 10.00 – 20.00
Hósdagin 22. desembur kl. 10.00 – 20.00
Fríggjadagin 23. desembur kl. 10.00 – 20.00