Vilja skapa góðar vinnukarmar í Tórshavnar kommunu

Tá ið Tórshavnar og Kaldbaks kommunur vórðu lagdar saman í 1977 varð gjørt greitt, at útbygging inni á Sundi til vinnuøki var av størsta týdningi fyri gomlu Havnar kommunu. 

Seinastu tríati árini hevur økið á Sundi verið lagt út sum vinnuøki. Í 1995 verður økið víðkað til eisini at fevna um økið eystanfyri Sundsá.

Í byggisamtyktini frá 2006 er økið eystanfyri Sundsá broytt til havnaøki. Hesum tók táverandi staðbundna nevnd í Kaldbak undir við.

Í mong ár hevur tí verið greitt, at Sund – bæði vestanfyri og eystanfyri Sundsá - hevur verið lagt út til vinnuligt virksemi.

Grótið frá tunlinum
Í mai 2016 fær Tórshavnar Havn fyrispurning frá tunnilsfelagnum, um kommunan vil taka ímóti grótinum frá tunlinum streymoyarmegin. Vinnunevndin samtykkir 30. mai 2016 at taka ímóti tí, men ikki at rinda fyri flutningin. Nevndin samtykkir á fundi 31. oktober at taka ímóti grótinum og at leggja tað eystan fyri verandi vinnuøkið á Sundi.
 
Fíggjarnevndin samtykkir hesa avgerð einmælt 16. november og tað sama ger eitt samt býráð 30. nov 2016.
 
Meðan málið verður viðgjørt í faknevndum hjá kommununi, átti Kaldbaksnevndin at verið hoyrd. Tað varð hon ikki, og hetta var stak óheppið fyri gongdina í málinum. Í desember 2016 skipa kaldbaksfólk fyri almennari hoyring í Kaldbak. Úrslitið er, at nýggja býráðið fær eina kæru frá kaldbaksfólki.
 
Allir avvarðandi náttúrumyndugleikar tóku undir við Tórshavnar kommunu um at tað var ráðiligt at leggja grótið á Sundi. Tískil stóð avgerð býráðsins frá 30. nov 2016 við. 

Kommunan skal skapa vinnukarmar
Kommunan metir grótið vera eitt tilfeingi, ið kommunan kann brúka til skapa góðar vinnukarmar. Býráðið ynskir, at kommunan skal vaksa og tí er neyðugt at framtíðartryggja seg, bæði við grundøkjum til bústaðir og til vinnuøki. 

Kommunan skal skapa karmar fyri øllum sløgum av vinnulívi, eisini tí, ið er tengt at sjóvinnu. Verandi havnaøki hava ikki tøkt pláss, og kommunan fær tørv á vinnuøkjum í framtíðini, eisini økjum nær sjónum. 

Tórshavnar Havn hevur fingið eina ítøkiliga umsókn um at brúka ein part av nýggja vinnuøkinum á Sundi til aling á landi. Tórshavnar kommuna kann sostatt víðka um alivirksemið í kommununi.

Kommunan skal vera tilreiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum og vera kappingarfør, tá ræður um eitt nú fiski- og sjóvinnu. Allir flokkar á tingi eru samdir um, at okkara fiskatilfeingi skal virðisøkjast. Her eigur Tórshavnar kommununa sjálvsagt eisini at bjóða seg fram við góðum vinnukørmum. Okkara skylda sum politikarar er at framtiðartryggja okkara fíggjarstøðu, og tað gera vit best við at økja um inntøkurnar og arbeiðsplássini. 

Umhvørvisatlit
Virksemið á økinum eystanfyri Sundsá kemur at vera minni dálkandi enn á verandi øki vestanfyri, tí havnaøki hava strangari treytir til umhvørvið enn vanlig vinnuøki sambært reglugerð kommunurnar frá 2014. 

Kommunan fer undir at rudda og skipa økið vestanfyri Sundsá betri. Vinnunevndin hevur samtykt at varðveita Sundsá og partar av ósanum umframt, at malargrótið verður tikið upp. Ætlanin er at leggja fyri býráðið uppskot um at byggja eina brúgv millum vestara og eystara part av Sundsá.

Kommunan vil virka fyri, at økið eystanfyri skal hýsa nýskapandi og burðardyggari vinnu til gagns fyri allar borgarar í kommununi. 

12. juni 2017

Býráðssamgongan í Tórshavnar býráð