Vil vita meira um fátækramarkið

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen landsstýriskvinnu í Almannamálum.


Spurningur:


Landsstýriskvinnan verður vinarligast biðin kunna Løgtingið um hvussu gongst við arbeiðinum at áseta sokallaða fátækramarkið. Hvør mannar arbeiðsbólkin, ið skal gera útgreinandi kanningarnar, hvussu langt er komið á leið við hesum arbeiði, nær væntast arbeiðsbólkurin at verða liðugur við arbeiði sítt og nær miðar landsstýrið eftir at leggja lógaruppskotið fyri Løgtingið. ?


Viðmerkingar:


Í farnu tingsetu, h. 16.05.2011, samtykti Løgtingið soljóðandi broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til uppskot Miðfloksins um ásetan av fátækramarki.:


….“ Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta ein arbeiðsbólk av serkønum at útgreina, hvat í minsta lagi skal til hjá einum húsarhaldi fyri at kunna hava sámilig livikor, og síðani leggja fyri Løgtingið viðkomandi lógaruppskot ”…


Í viðmerkingunum til uppskotið skrivaði Miðflokkurin m.a.:


Ótaldar áheitanir, frá fakfeløgum, áhugafeløgum, politiskum flokkum o. ø. eru seinastu árini bornar politiska myndugleikanum um at áseta eitt fátækramark, evt. í sambandi við gerð av einari nýggjari forsorgarlóg. Føroyska forsorgarlógin er frá 1960 árunum og er tí sera ótíðarhóskandi. M.a. ásetir hendan, at sum hjálp til uppihald, tvs. at keypa mat, klæðir og aðrar útreiðslur í gerandisdegnum, verður útgoldið í mesta lagi ein upphædd samsvarandi grundupphæddini í fólkapensjónini.


Men hendan uphædd hevur verið óbroytt í samfull 13 ár, og hóast politikarar úr fleiri flokkum hava talað fyri at fremja broytingar, er einki hent. Hesi somu 13 ár er meðalprístalið fyri mat og aðrar vørur hækkað við umleið 25 %.


ES hevur ásett, at hevur ein familja minni enn 60 % í inntøku í mun til miðalinntøkuna í landinum, so livir familjan í lutfalsligum fátækradømi, meðan OECD hevur sagt, at ein familja má metast at vera lutfalsliga fátøk, um hon hevur inntøku, ið er niðanfyri 50 % av meðalinntøkuni í landinum.


Danir meta, at tú ert fátækur, um tú t.d. ikki hevur ráð at:


• senda børnini til ítrótt


• halda føðingardag,


• eiga teldu, internet, sjónvarp ella fartelelefon.


Í Føroyum er ikki nøkur greið fatan av, hvat fátækradømi er, men í kjakinum hevur m.a. verið spurt, um ein familja er fátøk:


• tá ráð ikki eru til egin sethús?


• tá ráð ikki eru til televarpið ella internet?


• um ráð ikki eru til at keypa nýggj klæði?


• um ráð ikki eru at fara til tannlæknan?


• um ráð ikki eru at halda barnaføðingardagar ella jólaaftan?


• um børnini ikki kunna hava frítíðarítriv, sum kosta pening?


• um ráð ikki eru til heitan mat hvønn dag


Vikublaðið A4, sum er blað hjá LO í Danmark, almannakunngjørdi fyri tveimum árum síðani eina kanning, sum segði, at er tín inntøka undir 11.194 kr. um mánaðin, so livir tú í fátækradømi. Politiski myndugleikin har hevur tó heldur ongantíð megnað at fingið semju um markið....


Havnin h. 16. apríl 2012


Jenis av Rana, løgtingsmaður