Víkipláss við Funningsfjarðarvegin

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, er sera fegin um at boða frá, at Landsverk er farið undir at gera víkipláss við Funningsfjarðarvegin. 

Tað snýr seg um teinin frá frákoyringini Millum Fjarða til bygdina í Funningsfirði, har vegurin í støðum er ov smalur hjá bilum at møtast. 

Hetta er fyrsta stigið í arbeiðinum at dagføra Funningsfjarðarvegin. Í ár eru 2,5 mió. krónur settar av til hetta arbeiðið. Seinni í ár verða umleið 400 metrar av vegateininum breiðkaðir.