Vika sex 2020

Í Perluni hóskvøldið 6. februar

Hesa vikuna fáa fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum í Føroyum seksualundirvísing. Í hesum sambandi hava vit eisini eitt tiltak fyri fakfólki, foreldrum og avvarðandi:

• í Perluni
• hóskvøldið 6. februar
• kl. 19.30 til 21.00

Evni: Hvussu tosa vit við okkara ungu um seksualitet?

Skrá:
o Úrslit frá serritgerðini “Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum” - Marin
o Hvat er Kyn, og hvussu hava vit fyrireika okkum til Viku Sex - Marin, Bjørt, Turið
o Undirvísingin í Viku Sex- 2 undirvísarar
o Royna eitt brot av undirvísingini á áhoyrararnar - Undirvísarar
o Eftirmeting - Marin, Bjørt og Turið
o Steðgur - kaffi, te og vatn og okkurt gott afturvið.
o Spurningar og kjak

Við hesum tiltakinum vóna vit at fáa eitt kjak í lag og møguliga fáa svar uppá, um hetta er ein leistur, sum kann arbeiðast víðari við, soleiðis at øll ung á miðnámi fáa eina slíka undirvísing í framtíðini. Hvat halda fakfólk? hvat halda tey ungu?

Kom oman í Perluna hóskvøldið, um tú kundi hugsað tær at vita meira ella hevur eina meining um hetta evnið.

Tiltakið er ókeypis

Vegna fyriskipararnar

Apoteksverkið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!