Viðmerkingar frá løgtingsgrannskoðarunum til frágreiðing um meirnýtsluna av verkætlanini at byggja Skúladepil við Marknagil



Sambært § 14, stk. 1 í lógini um grannskoðan
av landsroknskapinum, kunnu løgtingsgrannskoðararnir áleggja grannskoðanini at
gera frágreiðingar um viðurskifti, ið løgtingsgrannskoðararnir vilja hava lýst.
 



Sjálv frágreiðingin hjá
Landsgrannskoðaranum, kann lesast niðanfyri.

Løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Landsgrannskoðanina um at kanna orsøkina til meirnýtsluna av byggiverkætlanini “Skúladepil við Marknagil”, herundir játtanar- og roknskaparviðurskiftini. Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing. 
 
Fíggjarstýringin Meginamboðini í fíggjarstýringini hjá Landsverki eru sonevndu SEYF og Fíggjarstýringsskjalið. Upplýsingarnar í SEYF og Fíggjarstýringsskjalinum hanga óloysiliga saman, um Landsverk skal hava nakran møguleika at stýra fíggjarliga partinum neyvt undir byggingini. 
 
Landsverk hevur ikki skrásett sáttmálar og avtalur nøktandi í SEYFskipanina, og sambært Landsverki hildu tey heilt uppat at skráseta í mai 2018. Landsverk hevur ikki brúkt Fíggjarstýringsskjalið, ið er ætlað at stýra avtalaðum upphæddum (tilboðum), rokningum og nýtsluni, nøktandi í verkætlanini, Skúladepilin við Marknagil. Tí hevur Landsverk ikki havt dagførdan ræðisroknskap. Tað er høvuðsorsøkin til, at rapporteraðu tølini hava ikki verið røtt, og at tørvurin á meirjáttan kom óvart á Mentamálaráðið og Fíggjarnevndina.
 
Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at meginamboðið í fíggjarstýringini hjá Landsverki sonevnda SEYF og Fíggjarstýringsskjalið, ið skuldi brúkast til at stýra byggingini, eisini fíggjarliga partinum, hevur ikki verið brúkt, sum tað skal. Tí hevur heldur ikki borið til at sæð eitt samlað yvirlit yvir, hvat er disponerað av játtanini.  Tað bar tí heldur ikki til at fylgja við frá disponering til landsroknskap.
 
Um ræðisroknskapurin hevði verið dagførdur, og t.d. fíggjardeildin hevði havt hann sum grundarlag fyri roknskapinum, so kundi verið sloppið undan óvissuni, um pengarnir fóru at røkka.
 
Eftirlitið hjá Samferðslumálaráðnum ikki nøktandi Sum løgmansstjórin fleiri ferðir hevur víst á yvir fyri aðalráðunum, so er landsstýrismaðurin í samferðslumálum hægri fyrisetti myndugleikin hjá Landsverki. 
 
Samferðslumálaráðið hevur skyldu at hava eftirlit við, at Landsverk hevur hóskandi reglur fyri sínum øki, t.d. roknskaparreglugerð, sum er dagførd, og fatar um allar játtanirnar hjá Landsverki. Tað merkir eisini, at ráðið skal tryggja, at stovnurin hevur eitt innaneftirlit, ið  kann byrgja upp fyri, at upplýsingarnar í roknskapinum verða skeivar. Landsverk hevur ikki havt eitt innaneftirlit, sum tryggjar, at upplýsingarnar í SEYF, Fíggjarstýringsskjalinum og Búskaparskipan landsins eru tær somu. 
 
Hóast manglandi skrásetingar og eftirlit, boðaði landsstýrismaðurin í samferðslumálum í apríl 2018 løgmanni frá, at SEYF-skipanin (merkir Eftirlit, Yvirlit og Fíggjarstýring) hevði roynst væl, og varð brúkt til allar íløgur, sum Landsverk umsat fyri aðalráð og Løgtingið.

Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, sum frágreiðingin eisini vísir á, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Samferðslumálaráðið ikki hava hildið sínar eftirlitsskyldur mótvegis Landsverki í nóg stóran mun.
 
Hóast ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundu verið brek innanhýsis hjá Landsverki,  hevur Samferðslumálaráðið verið rættiliga passivt og ókritiskt í øllum tíðarskeiðnum, tað hevur varðað av Landsverki.
 
Eftirlitið hjá Mentamálaráðið avmarkað Mentamálaráðið hevur ikki atgongd til innanhýsis mannagongdir á Landsverki, og hevur eftirlitsmøguleikin hjá teimum tí verið skerdur. Mentamálaráðið hevur í sínum eftirliti grundað niðurstøðurnar um gongdina í byggiverkætlanini einamest á mánaðarligar fundir við byggiharran. Sjálvt um Mentamálaráðið neyvan beinleiðis kann lastast fyri ikki at hava tikið onnur ráð fyri enn ókritiskt at lurta eftir byggiharranum, kann eftirlitið ikki sigast at hava verið annað enn eitt avmarkað eftirlit. 
 
Sjálvt um Mentamálaráðið ikki hevur ábyrgd av Landsverki, hava tey ábyrgd av játtanini til byggiverkætlanina Skúladepil við Marknagil, og tí kundi Mentamálaráðið tikið onnur við uppá ráð í eftirlitinum, fyri at fingið eina ávísa vissu fyri, at byggiharrin legði sannar upplýsingar fyri ráðið. Hetta kanska serliga tá ið landsstýrismaðurin í mentamálum tíðliga í gongdini ivaðist í kostnaðar- og tíðarætlanini.
 
Løgtingsgrannskoðararnir halda, at Mentamálaráðið kundi havt gjørt meira við eftirlitið.
 
Aðrar viðmerkingar Kanningarnar hjá Landsgrannskoðanini hava enn einaferð víst, at skipanir, sum eru settar í verk at halda skil á og varða av almenna peninginum, verða ikki virdar. Aðalráð, stovnar og myndugleikar annars, geva ikki sínum leikluti ans. Úrslitið gerst tíverri alt ov ofta, at byggiverkætlanir verða ikki nóg væl stýrdar.
 
Løgtingsgrannskoðararnir halda, tað er alneyðugt, at frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini verður tikin í álvara og mæla til, at myndugleikarnir læra av hesum, soleiðis at framtíðar byggiverkætlanir verða væl fyriskipaðar og fíggjarliga væl stýrdar.
 
 
Løgtingsgrannskoðararnir, 12. apríl 2019
 
Jónleif Johannesen, formaður,
Óluva Klettskarð,
Joen Magnus Rasmussen
og
Magnus Rasmussen

------------

Frágreiðing um meirnýtsluna av verkætlanini at byggja Skúladepil við Marknagil

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum eina frágreiðing, um meirnýtsluna av verkætlanini at byggja Skúladepil við Marknagil. Frágreiðingin kann lesast her.