Sølutorgið í Vágsbotni er eitt øki við ymsum fasilitetum, sum kommunan hevur útvegað hesum parti av vinnuni. Torgið er útgjørt samsvarandi krøvum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Sølutorgið í Vágsbotni hevur í mong ár verið nýtt til sølu av nýveiddum fiski, fugli o.ø. Fyrr vóru einans tvey blikkkør, um útróðrarmen og onnur kundu brúka, tá tey seldu teirra vøru. Eftir áheitan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fór kommunan í 2003 undir eina skipaða tilgongd at betra um karmarnar, soleiðis at torgið kundi lúka reinføriskrøv og onnur krøv sambært matvørulógini.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan setti m.a. krøv til at tak skuldi útyvir, og at skipaði reingerðarviðurskifti og vesifasilitetir skuldi vera til sølufólkið. Alt arbeiði við torginum bleiv gjørt í samráð við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
Tá torgið stóð liðugt, søkti kommunan Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um endaliga góðkenning av staðnum. Í tí viðgerðini kom fram, at torgið eisini skuldi hava hondvask. Eitt hondvask varð sett upp, sum stendur har enn. Kommunan fekk eisini góðkenning til, at sølutorgið kundi nýtast at selja nýveiddan fisk, grind og spik, egg, fugl, óskorið grønmeti og epli, og góðkenning var eisini til sølu av lidnum fiskavørum frá skrásettum og løggildum virkjum.
Síðan nýggja torgið bleiv tikið í nýtslu hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan fleiri ferð gjørt kommununa varuga við, at seljarar á torginum ikki hava hildið matvørukrøvini. Kommunan er eitt nú biðin um at hava betri eftirlit á torginum í Vágsbotni, so bert vørur, sum eru loyvdar sambært góðkenningini, verða seldar. Eisini krevur HS, at kommunan skal hava eftirlit við, at vørurnar verða goymdar við røttum hita og at innpakkaðar vørur frá løggildum virkjum skulu vera merktar.
Sum fráleið gjørdist kommununi greitt, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur misskilt eitthvørt í sambandi við sølutorgið. Kommunan bað tí um fund við landsstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl, og greiddi honum frá støðuni. Hetta var um sama mundið, sum viðurskiftini í Roykstovuni í Kirkjubø vórðu nógv umrødd í fjølmiðlunum. Jóhan Dahl lovaði tá at hyggja at málinum, men kommunan hevur enn onki frætt aftur frá landsstýrinum.
Løgdeildin hjá kommununi hevur síðan kannað málið nærri, og er komin til ta niðurstøðu, at tað als ikki er rætt atborið, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan viðgerð sølutorgið eftir kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 við seinni broytingum, um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi.
Tí støðan er tann, at tað ikki er kommunan, ið selir nakað á torginum. Kommunan er løgfrøðiliga hvørki eitt virki ella eitt sølulið. Kommunan hevur bert útvegað hesi vinnuni eitt øki við teirri útgerð, ið krevst, har tey kunnu standa og selja. Tí er púra burturvið at bólka kommununa sum sølulið ella virki. Kommunan skal jú eisini fyrihalda seg til §50 í Kommunustýrislógini, har ásett er, at ”ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga”.
Tað gevur heldur onga meining, at kommunan verður skrásett av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum tann, ið rekur sølutorgið, og at kommunan tí mótvegis Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skal síggja til og prógva, at ymsu seljararnir hava síni egnu heilsufrøðiligu góðkenningar og viðurskifti annars í lagi. Hevði tað veruliga verið so, so skuldi kommunan eisini havt ábyrgd av, at ein komandi fiskavøruframleiðari, sum leigar Bacalao frá kommununi, eisini heldur krøvini í matvørulógini. Hetta hongur ikki saman, tí tað er altíð framleiðarin, sum hevur ábyrgd av sínum virksemi, uttan mun til um hann rekur sítt virki í egnum, leigaðum ella læntum hølum ella fasilitetum.
Ongin ivi skal tó vera um, at tað hevur stóran áhuga fyri kommununa, at søla fer fram á Sølutorginum í Vágsbotni, og at tey sum nýta tað, halda økið reint og ruddiligt. Eisini hevur kommunan boðað Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá, at kommunan fegin vil stuðla Heilsufrøðiligu Starvsstovuni við at lata seljarunum viðkomandi og neyðugt kunningartilfar.
Men onki rínir við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í hesum málinum, sum nú hevur koyrt í fleiri ár. Um avvarðandi landsstýrismaður tí ikki nú fær hetta málið loyst, so hevur kommunan ikki annað val, enn at kæra hóttanina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at stongja sølutorgið, ella at royna málið í rættinum.
Vinaliga
Heðin Mortensen
borgarstjóri