Jú, víst fegnist eg, Bogi, um at meirlutin í býráðnum saman við landsmyndugleikum er komin undir land við at byggja sambýli til sinnisveik og tað var júst tað sum var ein “reyður” tráður í stuttu grein míni og eg fegnaðist eisini um at tú sum borgari eisini er glaður fyri hesa gongd.
Men tað sum fall mær og fellur mær fyri brósti, er at tú ikki vildi verða við í teimum nógvu góðu avgerðum meirlutin og tjóðveldi hava framt,- har tú fekk tín dygga stuðul seinast val og tvíhelt um tað vald tú fekk við hesum stuðli,- tí tær dámdi betri luktin í “bakarínum” á andstøðuni og nú pilkar mál burturúr, sum tú nú sigur teg hava loyst og sumtú heldur gagnar tær politiskt..
Tað er her, Bogi, at eg ikki annað kann skíra teg “ politiskt óerligan” og tað standi eg við ! Tú valdi at siga A framum E og tað tú skalt fyrihalda teg til, Bogi.
Annars eitt gott E-val.
Vinarliga
Gunnleivur Dalsgarð