Viðmerking frá Vinnumálaráðnum um eigaraavmarkingina í alilógini

Í Dimmalætting tann 11. apríl er grein við heitinum “Heilsufrøðiliga Starvsstovan útholar alilógina."


Hendan grein byggir á nakrar misfatanir, sum Vinnumálaráðið skal gera rættleiðing til. Tað er nevniliga galdandi, at:


1. Lívfiska- og toskaloyvi á landi telja við í talinum á loyvum í uppgerðini av eigaraavmarkingini.


2. Tað er eingin avmarking í galdandi lóg, sum avmarkar lutfalsliga eigarapartin/atkvøðupartin, sum persónur ella felag kann hava av samlaða partapeninginum/atkvøðurættinum í alivinnuni.


Omanfyrinevndu viðurskifti vórðu skeivt førd fram í umrøddu grein í Dimmalætting.


Greinin byggir á ta fatan, at eigaralutfallið bara skal roknast eftir sjógvaliloyvunum, og ikki eisini eftir livfiskaloyvum og toskaloyvum á landi.


Tað framgongur greitt av § 7, stk. 2 í alilógini, at tað bert eru smoltloyvini, sum eru undantikin eigaravamarkingini.


Í greinini varð sipað til, at galdandi lóg hevur eina avmarking av lutfalsliga eigarapartinum/atkvøðupartinum, sum persónur ella feløg kunnu hava av samlaða partapeninginum/avkvøðurættinum í alivinnuni. Hendan avmarkingin varð strikað við nýggju alilógini, og er sostatt ikki galdandi longur.


Í greinini verður ført fram: “Sambært lógaruppskotinum skuldi lógin ongar umsitingarligar avleiðingar hava, og við tí í huga átti lógin at verið fyrisitin á sama hátt, sum hon var fram til broytingina.”. Hendan viðmerkingin til lógaruppskotið snýr seg bara um umsitingarligu orkuna, sum nýggja alilógin varð mett at hava við sær og hevur einki at gera við, hvørt lógin fór at hava nakrar broytingar við sær viðvíkjandi eigaraavmarkingini.


Vónandi kann hendan rættleiðing skúgva til viks møguligar misskiljingar hjá lesarunum.


Vinnumálaráðið


12. apríl 2011