Viðgerðartrygd

Síðani Sambandsflokkurin kom fram við uppskotinum um at veita øllum føroyingum viðgerðartrygd, hevur áhugin fyri at tekna privatar tryggingar verið vaksandi. 

Hetta vísir, at fólk hava tørv á viðgerðartrygd, tí í dagsins samfelag hava fólk spent seg nógv fyri fíggjarliga. Tey hava eina familju at taka sær av, tey hava sethúsaskuld o.s.fr. Tey hava snøgt sagt ikki ráð at ganga arbeiðsleys í longri tíð, um tey til dømis skuldu blivið sjúk.

Tí eru almennu Føroyar noyddar at taka spurningin um viðgerðartrygd í størsta álvara, og tí undrar tað ikki, at løgtingið tók undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum. Vit noyðast at bjóða øllum føroyingum eina trygd fyri, at um tey gerast sjúk, skulu tey sleppa í viðgerð innan stutta tíð.

Ein møguleiki er, at almennu Føroyar samstarva við privat tryggingarfeløg um eina viðgerðartrygd. Tað týdningarmesta er, at vit sum vælferðarsamfelag kunnu bjóða okkara borgarum eina trygd fyri, at tey ikki koma at standa á einum bíðilista í langa tíð. 

Tað er mín vón, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum ikki bara endar sum ein løgtingssamtykt, ið ongantíð kemur víðari, men at landsstýrið tekur málið í størsta álvara, soleiðis at føroyingar fáa hesa neyðugu tænastuna.

Jógvan Sofus Vilhelmsen