Nú verður gerandisdagurin lýstur á ein annan og áhugaverdan hátt í nýggju bókarøðini sum Lasse Klein hevur skrivað, og sum kemur út seinri í ár.
Við hesi bókarøðini havi eg vilja lýst Føroyar og Klaksvík, sum koma út í ár, og Tórshavn, Eysturoy, Vágar og Suðuroynna sum væntandi koma út komandi ár, á ein heilt annan hátt enn vanligt er.
Havi t.d. brúkt nógva tíð at finna tey røttu evnini og motiv, finna teknara, søguligt tilfar, og út frá hesum lýsa støðuna á ein sakligan, upplýsandi og lætt skiljandi hátt. Heilt einfalt, at lýsa gerandisdagin hjá okkum oyggjabúgvum, eins og í ávísan mun støðuna frá einari farnari tíð, á ein hátt sum ikki beinleiðis er umrøddur á sama hátt áður, sigur Lasse Klein.