Video: Stoltenberg upp í makreltrætuna

Nú má makreltrætan loysast. Edmund Joensen, fólkatingsmaður, skjýtur upp, at tær higartil úrslitaleysu samráðingarnar áttu at verðið lyftar upp á hægri politiskt stig. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur eitt gylt høvi at royna hetta, nú norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, vitjar Føroyar. Føroyar skulu hava sín rímiliga part av makreltilfeinginum á føroyskum sjóøki, og sleppast má undan einum møguligum ES-boykotti.