Video: Er her onkur framtíðar dómari?

Eftir JÓN KRAGESTEEN:

Í gjár skipaði dómarafelagið fyri grundskeiði fyri B-dómarar í ÍSF-húsinum. Skeiðshaldarar vóru okkara altjóða dómarapar, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen.


Um 40 fólk úr hesum feløgum møttu: KÍF (8), VÍF (4), Kyndil (3), Team Klaksvík (2), StíF (1), Tjaldur (2), H71 (4), Neistin (5) umframt eini 10 fólk frá HSF og dómarafelagnum. Skeiðið byrjaði kl 10 og endaði kl. 15.30 við einari roynd í reglum.