Viðarlundirnar vekja ans í Danmark

Danska yrkistíðarritið Skoven hevur í teirra november útgávu grein um føroysku viðarlundirnar.


Tað er tíðindamaðurin Jens Øster-Mortensen, ið hevur gjørt samrøðu við Trónd Leivsson, landsskógarvørð.


Burturúr samrøðunum er komin ein grein, sum stutt umrøður ymsar tættir viðvíkjandi royndunum at fáa viðarvøkstur at grógva í Føroyum síðan farið varð undir fyrstu royndirnar at planta trø her seinast í 19.-øld og til dagin í dag.


Greinin kann lesast við at trýsta á linkin niðanfyri.


http://www.us.fo/Files/Filer/US/tidindi/2012/fr%C3%ADlendi/Danska%20t%C3%AD%C3%B0arriti%C3%B0%20Skoven%2011-2011.PDF


Við at trýsta á linkin niðanfyri, kann lesast meira um viðarvøkstur í Føroyum:


http://www.us.fo/Default.aspx?ID=10367