Við fólkaflokkinum inn í fimleikarhallir og venjingarrúm

Fólkaflokskommuna vísir nýggjar loysnir á sosialari umsorgan fyri okkara eldri borgarum:. Boðskapurin ljóðar: Vísið teimum, ið hava brúk fyri avlastning, inn í fimleikarhallir og venjingarrúm , har tey kunnu liggja á 'rad og række'.


Hoyra vit annars í tíðindunum, at fólk verða send í fimleikarhallir, so er tað vegna ólukkur av ymiskum slag. Hjá okkum er talan um avleiðingar av fíggjarligu raðfestingunum.


Og tá fólkaflokspolitikkur og sosial tilvitan eru sum eldur og vatn, so er einki at gera. Junglelógin er teirra grundlóg, har tey sterkastu altíð hava rætt og taka sær allar fyrimunir, áðrenn rovuni 'allernådigst' verða latin øðrum.


Tí er og verður tann brennandi spurningurin: Er tað fólkaflokkurin við junglelógina, ið framhaldandi skal leggja kós og ráða, ella skulu vit samfelt leggja ein nýggja kós fram móti einum frælsum samfelagi við javna og samhaldsfesti?


Dagfinnur Danbjørg