Við ella uttan bólt – stóri spurningurin

-Firouz Gaini hugleiðir um ítrótt:


Sambært kanningini ‘Ungfólk 2012’, sum umfataði 540 føroysk ung (276 gentur og 264 dreingir) fødd í 1996 (fimm prosent vóru tó eitt ár eldri ella yngri), hevur ítrótturin ein serligan leiklut í ungdómslívinum hjá teimum flestu. Men hvat vita vit í grundini um tey ungu í Føroyum? Hvussu vilja tey sjálvi lýsa tilveruna og heilsuna? Og hvat kunnu vit brúka kanningarúrslitini til? Lat okkum hyggja eitt sindur nærri at nøkrum av úrslitunum úr ‘Ungfólk 2012’ (sum er eitt slóðbrótandi føroyskt-íslendskt granskingarsamstarv).


Tað er ikki allar ítróttargreinir, sum hava umboðandi feløg og venjingarumstøður í Føroyum. Nakrar ítróttargreinir, kanska serliga bóltspøl sum fótbóltur og hondbóltur, hava havt eina heilt serliga støðu og raðfesting í tí føroyska ítróttarheiminum í nógv ár. Lat okkum hyggja eitt sindur nærri at ítróttargreinunum, sum tey ungu ganga til í dag. Fótbólturin er ikki heilt óvæntað best umtókta ítróttargreinin hjá teimum sekstanára gomlu. Ella rættari sagt, tað er ítrótturin, sum flest ung javnan venja. Umleið 36 prosent av teimum spurdu siga seg ganga til fótbólt hvørja viku, harav 4 prosent venja hvønn einasta dag.


Hondbóltur er, sum vit vita, eisini rættiliga stór ítróttargrein í Føroyum. Nógv av teimum ungu, sum ganga til fótbólt, ganga samstundis til hondbólt, hóast hetta kanska var meira vanlig fyrr. Ein fimtingur av ungdóminum í kanningini sigur seg venja hondbólt hvørja viku. Sera fá venja hvønn dag. Av liðítrótti við bólti kemur flogbólturin síðan á einum triðjaplássi. Umleið 10 prosent av teimum ungu venja flogbólt hvørja viku. Kurvabóltur, sum annars er sera væl umtókt ítróttargrein í nógvum londum í Evropa, hevur ongantíð fingið fótafesti í Føroyum. Nøkur fá ung – undir tvey prosent – siga seg javnan venja kurvabólt. Badminton, ein lítil men sera væl skipað ítróttargrein, er á frítíðarskránni hjá umleið fim prosentum av teimum ungu.


Síðstu árini er vorðið alt meira vanligt at venja ‘fitness’ (treysti) í høvuðsstaðnum og á størri plássum kring landið. Nýggj stásilig ‘fitness’ venjingarhøli hava latið dyrnar upp fyri føroyingum í øllum aldri, sum ynskja at fáa ein snøggan og sterkan kropp. Eisini ung niður í 14-16 ára aldur – bæði gentur og dreingir – leita sær til venjingarhølini um kvøldarnar og í vikuskiftunum. Hetta er ein meira óformlig og frí venjing enn tað, sum vanligi liðítrótturin umboðar. Góð 21 prosent av teimum ungu venja ‘fitness’ hvørja viku, flestu teirra 2-4 ferðir um vikuna.


Annars eru svimjing og fimleikur kanska kendastu ítróttargreinirnar, sum ikki krevja bólt, í Føroyum. Hesar ítróttargreinirnar hava eina langa søgu í Føroyum. Innanduraítróttur hóskar á ein hátt sera væl til føroyska veðurlagið. Umleið 13 prosent av ungdóminum sigur seg svimja hvørja viku. Hvussu nógv av hesum, sum svimja í svimjifelagi, vita vit ikki, men tá spurningurin í spurnablaðnum snýr seg um ,venjing’, so kunnu vit rokna við, at talan fyrst og fremst er um ung, sum venja í einum formligum svimjifelagi. Umleið 15 prosent av teimum ungu ganga til fimleik. Hesi venja oftast tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Ongin fimleikari venur hvønn dag.


Frælsur ítróttur gerst alsamt betri umtóktur í Føroyum. Umstøðurnar at íðka frælsan ítrótt eru eisini batnaðar nógv síðstu árini – til dømis við Tórsvølli í Havn. Umleið 8 prosent av teimum sekstanára gomlu siga seg venja frælsan ítrótt hvørja viku. Frælsur ítróttur kann eyðsæð vera sera nógv ymist. Heili 30 prosent av teimum ungu svara, at tey renna hvørja viku, harav næstan átta prosent renna í minsta lagi tríggjar ferðir um vikuna.


Hóast nakrar ítróttargreinir eru rættiliga ráðandi í Føroyum, so tykist ítróttarumhvørvið tó at blíva meira fjølbroytt og samansett hesi seinnu árini. Og nógvar broytingar endurspegla nýggj rák úti í heimi.