Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

Aftur í ár er møguleiki at fylgja við á internetinum, hvussu lundarnir trívast í lundaholunum íkúvoynni, og hvussu nógvur lundi er í lundalandinum. Havstovan hevur fylgt við gongdini í nøkrum lundaholum í Byrgisbakka síðani 2005. 

16 lundareiður eru gjørd úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri stendur eitt vevkamera, við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Við stuðli frá Føroya Tele kunnu nakrar av hesum upptøkunum síggjast beinleiðis á internetinum við at trýsta her: https://youtube.com/channel/UCElGcHNMYqw24h0pTIjnI-A/live (set myndagóðskuna á HD).

Í 2010 og 2011 rýmdu lundarnir frá eggunum, so ongin pisa kom út. Í 2012 komu 6 pisur út, men 5 av teimum doyðu, tá tær vóru nakrar fáar dagar gamlar, so bert tann eina varð floygd. Í 2013 komu 4 pisur út, og ein bleiv floygd. Síðani 2014 eru allar pisurnar floygdar, so spennandi verður at síggja, hvussu úrslitið verður í summar.

Slakar tvær milliónir pør av sjófugli eiga í Føroyum. Tá ið ungfuglurin er roknaður við, eru eini 5 milliónir fuglar undir Føroyum á sumri, og har afturat koma so pisurnar. Allur hesin fuglur fær sína føði úr sjónum, og tí gevur støðan hjá sjófuglinum eina góða ábending um, hvussu stendur til í havumhvørvinum.