Vevmyndir av hægsta fjalli

VEVMYNDIR: Nú summar er, og vevmyndatólini hjá Landsverki ikki verða nýtt til vetrarhald, hevur Landsverk snarað vevmyndatólinum á Gjáarskarði soleiðis, at til ber at síggja niðan ímóti Slættaratindi.


Hetta er eitt nógv vitjað stað um summarið, og nú kunnu fólk, ið ætla sær ein gongutúr niðan, kanna líkindini á staðnum áðrenn.


Sí vevmyndir á heimasíðuni her: http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=16310 ella far inn á www.m.lv.fo á fartelefonini.