Vestas og Dong Energy hava avtalað, at nýggja 7 MW vindmyllan hjá Vestas, V164-7, skal testast á royndarøkinum hjá orkufelagnum út fyri Frederikshavn.
Myllan er ein sjóvindmylla og gjørd til at tola harðligu umstøðurnar á sjónum. Hon er eisini útgjørd við giri.** Fyrbils er bert ætlanin at royna eina myllu á sjónum út fyri Frederikshavn, hóast Dong Energy hevur loyvi at seta upp tilsamans seks royndarmyllur.
Tað sigur Andreas Krog, talsmaður hjá Dong Energy sambært ing.dk.
Klár at seta upp í 2013
Sambært Krog ætlar felagið at gera íløgur fyri 240 miljónir krónur í royndarøkið út fyri Frederikshavn.
Pengarnir eru ikki bert ætlaðir sum gjald fyri mylluna, men eisini til fundament, kaðalar og aðra útgerð, ið skal setast upp á royndarøkinum.
Vestas skrivaði fyrr í ár, at tey roknaðu við at kunna seta fyrstu 7 MW vindmylluna upp í fjórða ársfjórðingi í 2012, men nú sigur Dong, at myllan helst ikki kemur á sjógv fyrrenn einaferð í 2013.