Verkfallið má fáa ein enda

Løgmaður hevur í vikuskiftinum fingið fleiri skriv frá limum í Føroya Pedagogfelag, har teir vísa sína ónøgd við støðuna og heita á løgmann um gera sína ávirkan galdandi.


Í hesum sambandið sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen: ”Eg harmist almikið um truplu støðuna, alt samfelagið er komið í vegna verkfallið. Eg skilji væl, at limirnir í Føroya Pedagogfelag og foreldur eru frustrerað av fastlæstu støðuni.


Limirnir í Pedagogfelagnum gera eitt megnar og týdningarmikið arbeiði. Vit mugu tó virða frælsa samráðingarrættin, sum er grundarlagið undir arbeiðsmarknaðinum. Tað er og má vera arbeiðsmarknaðurin, sum ásetur lønarlagið, og tí eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu koma ásamt um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.


Men henda ósemjan má fáa ein enda. Vit hava umrøtt málið í landsstýrinum, og vit vilja hava eina loysn. Neyðugt er við munadyggum samráðingum. Eg heiti tí á samráðingarpartarnar um at fara aftur til samráðingarborðið. Tað eigur at bera til at fáa eina nýggja avtalu í lag. Ongin kann liva við hesu fastlæstu støðu í longri tíð afturat.”