Verkfallið hjá Pedagogfelagnum

Føroya Pedagogfelag hevur lýst verkfall, nú felagið vrakaði semingsuppskotið. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um verkfallið, sum felagið metir er púra óneyðugt og tíverri fær stórar avleiðingar kring alt landið.


Sumt av tí, sum Pedagogfelagið alment hevur ført fram sum grundgeving fyri verkfallinum er ikki í samsvari við veruleikan, og tí skal Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gera hesar viðmerkingar.


Í tíðindaskrivi og í útsøgnum í miðlunum mánadagin 30. januar 2012 heldur felagið uppá, at tey ongi serkrøv fingu í gjøgnum í semingsuppskotinum, og tí var felagið fyri grovum vanbýti.


Hetta er beinleiðis skeivt.


Semingsuppskotið, sum varð handað samráðingarpørtunum 25. januar 2012 kl. 03.35, hevði ikki færri enn trý ymisk serkrøv við frá Pedagogfelagnum. Eitt av hesum serkrøvum hevur verið kjarnukrav frá Pedagogfelagnum í mong ár, har lønirnar hjá pedagogum á dagstovnaøkinum verða javnstillaðar við lønirnar hjá pedagogum í starvi hjá landinum. Tað vil siga, at allir pedagogar og varaleiðarar á dagstovnaøkinum, sum 1. oktober 2010 hava staðið í tvey ár á endastigi 18 flyta í stig 19 – ein beinleiðis lønarhækking til hesi uppá 470 kr. um mánaðin aftrat teimum 220 kr. um mánaðin, sum lønin annars hækkaði við.


Kommunala Arbeiðsgevarafelagið góðkendi øll serkrøvini hjá Pedagogfelagnum, sum hinvegin vrakaði síni egnu serkrøv.


Tíð til fyrireiking og eftirmeting


Pedagogfelagið offraði nevniliga serkravið um javnstilling av pedagogum og serkravið um broytta orðing í sambandi við eftirsituløn fyri í síðstu løtu at koma við kravi um, at meira tíð skal setast av til pedagogar at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið. Í tíðindaskrivinum er hetta víðkað til at fevna um bæði pedagogar og hjálparfólk, tvs. allan starvsfólkahópin á dagstovnaøkinum.


Kommunala Arbeiðsgevarafelagið góðtekur ikki hetta serkravið. Tað er arbeiðsgevarin og leiðarin á tí einstaka dagstovninum, sum grundleggjandi skipa tað pedagogiska arbeiðið á stovninum, herundir tíðina hjá pedagogunum til fyrireiking.


Sambært verandi sáttmála, so hava pedagogar sum nú er í miðal ein tíma til fyrireiking um vikuna. At áseta fleiri tímar til fyrireiking í sáttmálan, fer at økja munandi um kostnaðin á dagstovnaøkinum og fer eisini at hava við sær, at pedagogar hava minni tíð saman við børnunum.


Kommunala Arbeiðsgevarafelagið metir eisini, at verður tímatalið til fyrireiking økt, er talan um fasta starvsskipan at samanlíkna við eitt nú teirri hjá fólkaskúlalærarum, men sum als ikki er í samsvari við verandi grundarlag og fakligu krøv í dagstovnalógini.


Fortreytirnar í dagstovnalógini mugu tí broytast fyrst. Hetta kann Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tó einki gera við.


At fara í verkfall uppá hetta, tá Pedagogfelagið samstundis fekk trý onnur serkrøv í gjøgnum, er púra óskiljandi, tí Pedagogfelagið hevur møguleika at samskifta við Mentamálaráðið og kommunurnar um møguligan tørv á at endurskoða dagstovnalógina, herundir pedagogiska arbeiðið.


Og tað er har, hetta málið hjá Pedagogfelagnum eigur at byrja.


Kommunala Arbeiðsgevarafelagið mælir tí Pedagogfelagnum til at koma aftur til samráðingarborðið beinanvegin. Við øllum tí, sum Pedagogfelagið í veruleikanum fekk í gjøgnum í semingsuppskotinum, skuldi tað verið gott útgangsstøðið fyri semju.


Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, tann 31. januar 2012