Aðrar verkætlanir kunnu eisini verða
viðgjørdar, um tær hoyra undir yvirskipaða endamálið hjá NORA. Hetta kunnu t.d.
vera verkætlanir innan landbúnað, varandi orku og aðrar verkætlanir, sum
viðgera avbjóðingar, sum NORA økið hevur.
Freistin at søkja um stuðul er 3.
oktober 2011. NORA kann stuðla verkætlanum við upp til 500.000 DKK um árið í
upp til trý ár. Tað skulu verða luttakarar úr minst tveimum londum í
verkætlanini, men NORA vil fegið hava verkætlanarumsóknir har fleiri av
limalondunum eru við.
NORA, sum er ein stytting fyri
Norrønt Atlantssamstarv, hevur sum uppgávu at skapa politiskar og fakligar
karmar fyri kjaki um felags norðuratlantiskar trupulleikar og at menna felags
ætlanir og átøk. Eisini skal NORA seta í verk og miðla verkætlanarsamstarv,
virka fyri menning og vera ein áhugaverdur viðspælari í norðurlendskum
samstarvi við grannalondini í økinum.