VERK YVIRTEKUR SNIKKARAVERKSTAÐ Í TRONGISVÁGI

Nýggja snikkarafyritøkan Verk hevur keypt og yvirtikið snikkaraverkstaðin hjá Trongisvágs Maskinsnikkaravirki. Tað er 27 ára gamli Eilif Dimon úr Hvalba, sum eigur og rekur ungu fyritøkuna.

Eilif er útlærdur sum bygningssnikkari á Trongisvágs Maskinsnikkaravirki. Síðan hevur hann lært til byggifrøðing og hevur starvast eitt skifti sum byggifrøðingur og seinasta árið sum handverkari aftur. Nú hevur hann spennadi ætlanir um at blása nýtt lív í snikkaraverkstaðin í Trongisvági og bjóða snikkaratænastur kring alt landið.

Unga fyritøkan leggur seg serliga eftir framleiðslu og uppsetan av trappum, fornfrøðiligum vindeygum og hurðum eins og hølving og profilering. Harafturat koma eisini vanligar snikkarauppgávur.

Meira fæst at vita um nýggju snikkarafyritøkuna á Facebook síðuni hjá Verk.