Vinnuhúsið heitir á allar føroyingar um at taka tilmælini hjá heilsumyndugleikunum um COVID-19 í allarstørsta álvara. Tíverri hoyra vit frá starvsfólkum í handlum, at tey kenna seg ótrygg av summum viðskiftafólkum, tí hesi gera gjøldur burtur úr tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum. Eisini frættist um fólk, sum fara til handils, hóast tey eru í sóttarhaldi.
Tað er sera umráðandi, at vit øll gera okkara ítarsta at verja hesi fólkini, sum veita beinleiðis tænastur til borgaran – handilsdrongin, kassadamuna, reingerðarfólkið, flogternuna og øll hini, sum syrgja fyri at vit fáa neyðugu vørurnar og tænasturnar.
Við at fylgja vegleiðingunum hjá heilsumyndugleikunum um sóttarhald, reinføri og frástøðu verja vit hvørannan.
Á heimasíðuni
https://corona.fo finnur tú tilmælini hjá heilsumyndugleikunum.