Velbastaður fingið elverk til vatnreinsiverkið

Í royndini at gera vatnveitingina í Tórshavnar kommunu enn betur og tryggari, hevur aftur eitt vatnreinsiverk fingið egið el-verk.


Hesaferð er tað verkið á Velbastað.


Hini vatnverkini, sum hava elverk, eru Villingadalur, Havnardalur og Kollafjørður.


Er ólag á veitingini hjá SEV, so starta hesi elverk og veita streym.


Næsta vatnverk, ið fær elverk, verður tað í Kaldbak.


Kelda: www.torshavn.fo