VEL GLASIR – KUNNINGARTILTAK UM HÆGRI NÁM

MIKUKVØLDIÐ 26. APRÍL BJÓÐAR GLASIR ØLLUM ÁHUGAÐUM TIL FRAMLØGUR OG KJAK UM HÆGRI ÚTBÚGVINGAR. TILTAKIÐ BYRJAR KL. 18:00 OG VARIR UMLEIÐ EIN TÍMA. 

Til ber at lesa bæði fulla tíð og parttíð á Glasi. Vaksandi útbúgvingartilboð stovnsins fevna bæði umhandilsliga og tekniska øki. Á kunningartiltakinum verður størsti dentur lagdur á tær útbúgvingar, sum verða bodnar út á sumri í 2017, men eisini aðrar komandi og afturvendandi útbúgvingar, sum byrja í 2018, verða umrøddar.

PARTTÍÐARLESTUR: 
Akademiútbúgvingin og diplomútbúgvingin í leiðslu
Glasir bjóðar hvørt hálvár 4-5 lærugreinar á akademiútbúgvingini á breytunum ‘búskapur og tilfeingi’, ‘altjóða marknaðarførsla’ og ‘leiðsla’.

Lærugreinarnar verða tiknar stakar, men við eini miðvísari ætlan ber til at ogna sær fult AÚ prógv, sum telur 5 lærugreinar og høvuðsuppgávu (tilsamans 60 ECTS). Útbúgvingin er serliga væl egnað sum framhald av eini lærlingaútbúgving.

Diplomútbúgvingin í leiðslu er best umtókta útbúgving av sínum slagi í Føroyum nakrantíð. Yvir 100 leiðarar hava tikið útbúgvingina higartil, og í løtuni eru eini 30-40 í lestri. Útbúgvingin mennir teg persónliga og sum leiðara. Útbúgvingin er á bachelorstigi og tekur umleið 2½ ár (tilsamans 60 ECTS). Útbúgvingin kann takst omaná Akademiútbúgvingina ella aðra viðkomandi útbúgving. Hon er serliga væl egnað til teirra, sum eru- ella ynskja at gerast leiðarar ella millumleiðarar, bæði innan almenna og privata geiran.

FULLTÍÐARLESTUR: 
Marknaðarførslubúskapur og framleiðslutøkningur 
Í summar fáa tey fyrstu lesandi á Marknaðarførslubúskapi á Glasi prógv. Samstundis verður nýggjur flokkur tikin upp. Glasir hevur í fleiri ár útbúgvið Framleiðslutøkningar, og í summar verður nýggjur flokkur upptikin.  

Tú kanst søkja inn á hesar útbúgvingar, um tú hevur gymnasialt miðnámsskúlaprógv ella eina yrkisútbúgving á miðnámi. 

Tú kanst søkja inn á hesar útbúgvingar, um tú hevur gymnasialt miðnámsskúlaprógv ella eina yrkisútbúgving á miðnámi. 

Útbúgvingarnar geva bæði lestrar- og yrkisførleikar. So til ber at fara beina leið út í vinnulívið, men til ber eisini at halda fram, til dømis við eini professiónsbachelor. 

Útbúgvingarnar geva eisini avriksflutning (merit) til aðrar útbúgvingar. Tær taka 2 ár (tilsamans 120 ECTS).

“Glasir bjóðar eisini útbúgvingarnar Byggitøkningur og Fíggjarbúskapur. Eftir ætlan verða nýggir flokkar innan hesi øki tikin upp í 2018.” 

- FINN JENSEN, DEKANUR, HÆGRI NÁM

Glasir