Veit høgra hond hvat vinstra hond ger?

Føroya Pedagogfelag hevur nú í eina tíð roynt at fingið eina nýggja flokking til ein leiðara á einum stovni undir Mentamálaráðnum. Hetta tí at fyrrverandi leiðarin var lærari og fekk hægri løn enn ta løn, sum var ætlað nýsetta námsfrøðinginum.

Tað heilt løgna er, at meðan námsfrøðingurin røkti starvið fyribils, fekk hon somu løn sum undanfarni leiðari, men tá hon varð sett í starvið, fekk hon boð um, at hon skuldi niður í løn. 

Føroya Pedagogfelag fór tí inn í málið við ynski um eina nýggja flokking, eina flokking, sum líktist tí hjá læraranum, men sum knýtti seg at leiðaralønunum í Almannaverkinum. 

Soleiðis, sum eg lesi seinasta svarið frá Fíggjarmálaráðnum, so halda Lønardeildin og landsstýriskvinnan, at tað er í lagi at gera mun á yrkisbólkunum, tí tað longu er siðvenja. 
  
Vit halda ikki, at hetta samsvarar við boðskapin, Kristina Háfoss hevur havt frammi alment til limir okkara. Har hon eisini hevur ført fram, at tað skulu ikki vera søgulig atlit sum avgera lønirnar. 
  
Tí spyrja vit: “Veit høgra hond hvat vinstra hond ger?” 
  
Tað undrar okkum, at lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum heldur fast við hesa avgerð, tá tað er so týðiligt, at munur er gjørdur á yrkisbólkunum. 

Nú, Kristina Háfoss er úti um seg og biður fakfeløgini vísa “hógv”, er ikki annað at gera enn at “yppa øksl” og undrast. Vit hava sum fakfelag altíð víst hógv og samfelagssinni - enn manglar okkum, at Fíggjarmálaráðið vísir okkum somu virðing. 

Tað er løgið, at sama arbeiði – tó útint av ymiskum fakbólkum - skal lønast ymiskt. 

Jógvan Philbrow,
formaður