Veiðigjaldið gjørdist apa

Hvussu kann nakar í fullum álvara vilja hava stórar
broytingar í lógar- og reglukarmum fyri vinnulívið uttan at fyrst fáa til vega
neyvar metingar og útrokningar av avleiðingum fyri raktar yrkis- og vinnubólkar
og lokalsamfeløg?



Tað tykist ógjørligt at koma fram til ein nýggjan leist fyri
veiðigjald á fisk. Politikararnir hava mánað eftir mánað arbeitt við málinum
sum part av tí nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi, men framvegis tykist
eingin vita upp ella niður, hóast talan er um nakað sum kann hava avgerandi
týdning fyri møguleikarnar at dríva fiskarí undir føroyskari lóg. 



Tað ótrúliga er at enn fyriliggur heldur eingin almenn
meting av avleiðingum av veiðigjaldinum, og fyri alt tað ei heldur av øllum
hinum pørtunum í nýskipanini, so sum uppboðssøluni av rættindum og útlutingini
av menningarkvotum, fyri at nevna onkur dømi. So hvat fer veiðigjaldið at
merkja fyri manningarnar? Hvussu verða reiðaríini ávirkað? Hvat við
lokalsamfeløgunum, hvussu fara tey at vinna ella tapa upp á reglurnar? 



Tað er eisini ein spurningur um ikki júst mangulin upp á
slíkar konsekvensberokningar nú er við til at gera tað striltið fyri ikki at
siga ómøguligt hjá politikarunum at koma fram í álvara til ein brúkiligan leist
fyri veiðigjald. Tað sama er í grundini galdandi fyri allar teir stóru liðirnar
í nýskipanarpakkanum; men veiðigjaldið bleiv tann síðsti størri bitin at fáa
upp á pláss politiskt, og tí gjørdist hann so torførur — teir grundleggjandi
spurningarnir tykjast hava verið útsettir ferð eftir ferð, til nú ið veiðigjaldið
gjørdist einasta høvuðspunkt sum er eftir at beina út, og sostatt kann tað
eisini gerast rættiliga avgerandi fyri allan pakkan.



Les meira: https://www.fiskivinnan.com/2018/09/veiigjaldi-gjrdist-apa.html#more