Veiða til húsbrúk verður ikki skrásett

Svar til § 52 a fyrispurning nr. 75/2020 frá Johan Dahl, løgtingsmanni við at trýsta á linkin niðast

Fyrispurningur um kravið um loyvi at fiska hummara til húsbrúk, settur
landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga
eftir TS § 52 a)

1. Hvat er grundgevingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fyri kravinum um, at
føroyingar nú skulu hava loyvi til at fiska hummara til húsbrúk, og er hetta brot á
siðvenjurættin, at føroyingar sleppa at fiska til húsbrúk?

2. Hvat vísa veiðihagtølini um ávikavist vinnuliga veiðu og veiðu til húsbrúk seinastu 10
árini?

3. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at hetta ikki fer at breiða seg til aðra fisking, sum er til
húsbrúk?

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, svarar:

21-00041-3+Svar+til+§+52+a+fyrispurning+nr+429219_7_0.pdf