Vegleiðing um feriu og privata ferðing til útlandið

Í gjár varð latið upp fyri ferðing til Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Týskland, og hetta merkir, at starvsfólk kunnu aftur ferðast uttanlands í summar. Støðan við COVID-19 ger viðurskiftini serlig, og tí er umráðandi at leggja uttanlandsferðing í privatørindum til rættis, tí frávera kann ávirka starvsviðurskiftini hjá starvsfólkunum.

Nú stundar til feriutíð, og flestu starvsfólk hava avtalað feriu í samráð við arbeiðsgevaran. Orsakað av COVID-19 støðuni kring heimin verður mælt til, at arbeiðsgevarar og starvsfólk gera greiðar avtalur sínámillum fyri at tryggja, at starvsfólk kunnu møta aftur til arbeiðis eftir feriuna.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á arbeiðsgevarar um at tryggja sær, at starvsfólk eru kunnað um viðurskiftini í sambandi við feriu, ferðing í útlandinum og COVID-19.

 Hesi viðurskfti eru viðkomandi at hava í huga:

-   Landamørkini verða nú latin upp fyri ferðing til Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Týskland.

 -   Landsmyndugleikanir mæla føroyingum frá at ferðast í onnur lond enn hesi fimm londini.

 -   Heilsumyndugleikanir mæla til, at um ferðast kortini verður til øki, sum myndugleikanir mæla frá, so skulu fólk fara í heimauppihald í 14 dagar eftir heimkomu.

 -   Starvsfólk kunnu missa rættin til løn, um tey ikki møta aftur til arbeiðis sum avtalað orsakað av, at tey hava ferðast uttanlands í stríð við tilmælini frá myndugleikunum. Hetta kann t.d. verða, um tey ikki fáa møtt til arbeiðis til avtalaðu tíð vegna sóttarhald ella COVID-19 smittu.

 -   Frávera frá arbeiði uttan avtalu við arbeiðsgevara kann hava starvsrættarligar avleiðingar fyri starvsfólk.

Her er eitt uppskot til eitt kunningarskriv til starvsfólk, sum lýsir viðurskiftini um ferðing í hesum COVID-19 tíðum.

Hetta er ikki galdandi fyri ferðing í arbeiðsørindum. Sí nærri kunning um ferðing í arbeiðsørinum her.